Við Meistarinum á fjallinum kapitel 6. Fra side 123 | tilbage |
»Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd!« (Matt 7:1) Farisearar vóru í hesum bólkinum. Eftir útinta trúargerð stigu teir ikki fram í eyðmýkt undir kenslu av egnari skirvisligheit, takksamir fyri teir fyrimunir sum Gud gav teimum. Teir førdu seg fram við andaligari hugmóð og evni var: »Eg sjálvur, mínar kenslur, mín kunnleiki, mínir vegir.« Tað, sum teir sjálvir høvdu rokkið, gjørdist idealið at døma onnur eftir. Ílatnir tann kappa til sjálvsvirðið settu teir seg í dómarasætið at átala og dómfella. Fólk flest høvdu hendan sama andan. Tey løgdu seg út í samvitskuøkir annara, og mettu hvønn annan í málum, sum eru ímillum Gud og hin einstaka. Tað var viðvíkjandi hesum anda og virkishátti at Jesus segði: »Dømið ikki, fyri at tit ikki sjálv skulu verða dømd.« Tað er: Gerið ikki tykkum sjálv til leiðregluna. Gerið ikki tykkara egnu hugsan og áskoðan um skyldur og útlegging av skriftini til mynstri hjá øðrum. Dómfell ongan fyri ikki at røkka upp til títt ideal. Hartið ikki onnur og fáist ikki við at gita um orsøkir ella við at fella dómar yvir tey. »Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartanna.« (1 Kor 4:5). Vit vita ikki alt í annans hjarta. Lastafull sum vit eru, hava vit ikki fortreytir at sita til dóms yvir øðrum. Í síni avmarking kunnu fólk bara meta tað eftir tí, sum sæst á skræðuni. At viga sálir kemur ongum øðrum við enn honum, sum kennir gerðsins loynda upphav, og er mildur og samkensluríkur í sínum gerðum. »Tú menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan. Í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama! « (Róm 2:1). Tey, sum døma ella finnast at og harta, vátta soleiðis seg sjálv sek, tí sjálv gera tey somu ting. Við at døma onnur, so fellir ein dóm yvir seg sjálvan, og Gud sigur, at hesin dómur er rættvísur. Hann góðtekur teirra dóm yvir seg sjálvan. »Hví sært tú flísina í eyga bróðir tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?« (Matt 7:3) Orð Frelsarans lýsa ein, sum er skjótur at síggja lýtir hjá øðrum. Tá hann nú heldur seg hava sæð lýtir í lyndi og lívi hjá øðrum, gerst hann íðin í royndum sínum at vísa á tað; men Jesus yvirlýsti hetta við at samanlíkna við brekið, sum atfinningin snýr seg um. Tað er júst tað lyndið, sum veksur við ókristiligu gerðunum. Timburmaðurin úr Nazareth setti tí mótsetningin upp millum stórvið og træflís. Vantandi fatan, várkunn og kærleiksandi hjá tí sjálvsútnevnda atfinnara, leiðir hann til at síggja hvørt pu sum eitt fjall. Tey, ið aldrin upplivdu sanna ihran og fulla yvirgevan til Kristus, leggja ikki Frelsarans blíðkandi kærleiks ávirkan fyri dagin í lívinum. Tey geva øðrum skeiva mynd av gleðiboðskapsins milda, blíða anda og tey særa dýrabarar sálir, sum Kristus doyði fyri. Sambært tí mynd Frelsarin nýtti, so ger tann, sum sýnir ein ákærandi anda, seg sjálvan sekan í enn størri synd enn henni, sum hann ákærir fyri, tí ikki einans ger hann somu syndir, men hann leggur afturat henni við sínum erpni og dømisjúku. Kristus er hin einasta sanna lyndisfyrimynd, og tann, sum setir seg sjálvan til fyrimynd, setir seg í stað Krists. Faðirin hevur »latið Soninum« … »allan dóm,« og einhvør, sum váðar sær at døma annara fyritreyt, rænir til sín av rættinum hjá Soni Guds. Hesir sjálvsútnevndu dómarar og atfinnarar seta seg í part við ta ókristnu síðuna. Teir eru í parti við »honum, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.« (Jóh 5:22; 2 Tess 2:4) Tann synd, sum leiðir til tær vanlukkuligastu fylgjur, er hin kaldi og ófyrigevandi andi, sum eyðkendi fariserismu. Tá ein trúarroynd ongan kærleika eigur, er Jesus ikki við; tí sólskin hansara er ikki til steðar. Einki íði arbeiði, einki ídni, har Kristus ikki eigur sín lut, kann útfylla tómrúmið. Kanska finnast avbera góð evnir til at síggja feilir hjá øðrum; men til ein og hvønn, sum yvirgevir seg sjálvan til hendan anda, sigur Jesus: »Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!« (Matt 7:5). Tann, sum sjálvur er sekur í órætti, er ofta fyrstur til illgruna um órætt. Við at døma onnur, roynir hann at dylja fyri ella at orsaka sítt egna ónda hjarta. Tað var við hesari synd at menniskjað av fyrstan tíð fekk kunnleikan til hitt ónda. So skjótt at fyrsta mansparið hevði syndað, fóru tey beint at ákæra hvønn annan. Hetta er hvat mansins náttúra ófrávikjandi vil gera tá náði Kristusar ikki ræður. Tá fólk gera seg til part í hesum ákæruanda, eru tey ikki nøgd við at ávísa tað, sum tey meta fyri brek hjá brøðrum. Um hóvligu hættirnir ikki klára at fáa bróður at gera tað, sum tey hildu átti at gerast, vilja tey taka til at brúka noyðslu. Júst so langt at tað stendur í valdi teirra, vilja tey tvinga fólk til at leggja seg undir teirra hugtøk um hvat er rætt. Hetta var tað, sum jødarnir framdu á Kristi foldartíð, og eisini hvat kirkjan eftirsíðani altíð gjørdi, tá ið hon ikki longur átti náði Krists. Tá hon kendi seg tóma í kærleikans vald, strekti hon hondina út eftir sterka arm statsins fyri at tvinga síni lærusetningar ígjøgnum og fyri at fullfíggja síni boð. Í hesum liggur loyndarmálið við teimum útskrivaðu átrúnarligu lógunum, og loyndarmálið undir allari jagstran frá Abels døgum og til okkara tíð. Kristus rekur ikki menniskjuni til sín; hann dregur tey. Einasti noyðslumiðil er kærleikans noyðsla. Tá ið kirkjan fór at leita sær eftir stuðli hjá tí borgarligum valdinum, varð víðopið og greitt, at har var eingin Kristi atdráttur eftir frá kærleikans noyðandi valdi. Men brekið er hjá tí einstaka kirkjuliminum. Tað er her at grøðing má verða. Jesus sigur at ákærin fyrst má taka bjálkan úr egnum eyga, leggja ákærusjúkuna av, og játta sínar egnu syndir, innan hann so frætt sum hættir sær at rætta onnur: »Tí einki gott træ er, sum ber ringan ávøkst, og einki ringt træ er, sum ber góða ávøkst. Hvørt træ kennist av ávøksti sínum.« Hin ákærandi andin, sum tú hevur givið teg undir, er ein ónd frukt, og við henni síggja vit, at træið er vánaligt. Tað hjálpir ikki, at tú roynir at byggja teg sjálvan upp í sjálvsrættvísi. Tørvurin er ein hjartans broyting. Tú mást fáa hesar lívsroyndir innan at tú ert skikkaður til at vísa øðrum til rættis; »Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.« (Luk 6:43; Matt 12:34). Tá onkur kemur í lívskreppu og tú veitir ráð og áminning, vil orðanna ávirkan til tað góða einans fáa ta vekt, sum tú hevur vunnið í anda og fyridømi Tú ert noyddur til at vera góður, innan at tú fært gjørt tað góða. Tú fært ikki givið nakra ávirkan at broyta onnur, tí títt egna hjarta er ikki eyðmýkt, reinsað og blotnað í náði Krists. Tá ið hendan broytingin er komin í teg, vil tað vera eins náttúrligt fyri teg at liva fyri at signa onnur, sum fyri rósurunn at bera angandi blómur ella vínviðargreinina at bera purpurreyð berjatyssir. Er Jesus »dýrdleikans vón« í tær, tá fært tú ongan hug til at vekja yvir øðrum at avdúka feilir og brek. Ístaðin fyri at leita eftir tingum at ákæra og harta, vil uppgávan vera at hjálpa, signa og frelsa. Í tíni viðferð av villleiddum, vilt tú geva hesi áminning gætur: »Síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður.« (Gal 6:1). Tú vilt minnast tær mongu ferðir, at tú gjørdi skeivt, og hvussu trupult tað var at finna rætta vegin, tá tú einaferð ert farin av vegnum. Tú vilt ikki reka bróður tín út í størri myrkur, men við hjartanum fult av samkenslu, vilt tú tosa við hann ella hana um vandan, sum viðkomandi er í. Tann, sum ofta lítir at Golgata krossi og minnist, at syndir mínar bóru Frelsarin á krossin, vil ikki royna at máta støddina av synd síni, sammetandi størri ella minni enn hjá øðrum. Hann vil ikki sessast í dómarasætir at bera ákæru ímóti øðrum. Einki lyndi er til atfinning ella til sjálvshevdan hjá teimum, sum ferðast í skugganum av Golgata krossi. Ikki fyrr enn at tú kennir, at tú kundi ofra tína egnu sjálvsvirðing og enntá givið lív fyri at frelsa ein vilstan bróðir – nústani, tá hevur tú tikið bjálkan út úr egna eyga tínum, ert tú skikkaður til at hjálpa bróður tínum. Tá kanst tú fara til hann, og kanst røra hansara hjarta. Eingin er nakrantíð vorðin hjálptur út úr einari villleiðing við atfinning og hartan, men mong eru av slíkum rikin burtur frá Kristusi, og leidd til at lata síni hjørtu aftur fyri sannføring. Ein varin andi við mildum vinnandi atburði, kann bjarga tann lastafulla og goyma fjøld at syndum. Tá Kristus opinberast í tí lyndi, vil tað fáa broytandi ávirkan á øll, sum tú ert í nærheitini hjá. Lat Kristus dagliga koma til sjóndar í tær, so vil hann ígjøgnum teg opinbera stítt orðs skapandi megi í mildum og sannførandi, men tó í veldigari ávirkan til at broyta mannasálir eftir Harrans vøkru mynd. »Gevið ikki hundunum hitt heilaga« (Matt 7:6) Men Frelsarin gekk ikki uttanum nakra sál, hvussu djúpt hon so var sokkin í synd, um hon einans vildi taka ímóti dýrabaru gávuni úr Himli. Fyri tollarar og skøkjur merktu orð hansara byrjan til nýtt lív. Maria Magdalena, sum sjey óndir andar vóru riknir úr, var hin síðsta at fara frá grøv Frelsarans langa fríggjakvøld, og hin fyrsta, sum fekk heilsan hansara sum upprisin sunnumorgun. Tað var Saulus frá Tarsus, gleðiboðskapsins argasti fíggindi, ið seinni æt Paulus og bleiv Kristi holli tænari. Undir hatursskyni og vanvirðing, ja eisini handan brotsverk og vanvirðing, kunnu sálir tí goyma seg, sum náði Krists kann frelsa, og vilja kunna verða til skyggjandi gimsteinar í Endurloysarans krúnu. »Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!« (Matt 7:7) Harrin vísir ikki á serligar treytir uttan at tú hungrar eftir miskunn hansara, ynskir ráð hansara og leingist eftir kærleika hansara. »Bið!« Bønin ger tað eyðsýnt, at tú sannar tína trongd. Og um tú biður í trúgv, vilt tú eisini fáa. Harrin hevur sett sítt egna orð í pant. Og orðið tekur ikki feil. Kemur tú við veruligari ihran, nýtist tær ikki at hugsa, at tað er hugstórt at biða um tað, sum Harrrin hevur lovað. Tá ið tú biður um tær signingar tær tørvar fyri at fullkoma lyndið til Kristi mynd, gevur Harrin tær hesa vissu, at tú biður eftir lyfti, og lyftið skal verða uppfylt. Tá ið tú kennir og veitst, at tú ert syndari, er hetta nóg stórt grundarlag til bøn um miskunnsemi hansara. Treytin fyri at tú kanst koma til Gud, er ikki, at tú ert heilagur, men at tú veruliga ynskir, at hann skal reinsa teg frá allari synd og góðska teg út úr allari órættvísi. Støðið vit nú altíð kunnu skjóta okkum undir, er hin stóra trongdin og hjálparleysa støðan, sum ger hansara endurloysandi mátt neyðugan. Ynsk tær ikki bara signing hansara, men hann sjálvan: »Verð vinur við Hann og bind frið! Tá vil lukka fella tær í lut.« Leitað, so skalt tú finna. Gud leitar eftir tær, og júst tað ynski, sum tú hevur fyri at koma til hann, er atdráttur anda hansara. Gev eftir fyri hesum atdrátti. Kristus talar sak teirra freistaðu, teimum vilstu og vantrúgvandi. Hann vil lyfta tey upp í samfelag við seg. »Søkir tú Hann, skal Hann lata teg finna Seg.« (Job 22:21; 1 Krýn 28:9) »Banka uppá.« Vit venda okkum til Guds eftir serskildari innbjóðing, og hann bíðar eftir at bjóða vælkomin, tá vit koma fram fyri hann. Teir fyrstu lærusveinarnir, sum fylgdust við Jesusi, lótu sær ikki lynda við eina skjóta samtalu á fartinum. Teir søgdu: »Rabbi! ….. hvar hevur Tú tilhald? …. Hann segði við teir. ”Komið og síggið!” Teir komu tá og sóu, hvar hann hevði tilhald, og teir vóru hjá honum tann dagin.« Soleiðis kunnu eisini vit verða førd inn til hin innasta trúna við Gud til at vera í samfelag við hann. »Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda.« Lat tann sum fegin vil eiga Guds signing banka á náðidyrnar og bíða har í tryggari vissu og siga: Tí tú; Harri, hevur sagt: »Tí hvør tann, ið biður, hann fær; tann, ið leitar, hann finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal tað verða latið upp.« (Joh 1:39-40; Sl 91:1; Matt 7:8) Jesus hugdi á tey, sum vóru savnað fyri at hoyra orð hansara, og hann ynskti so inniliga at stóri skarin skuldi hámeta Guds náði og miskunn. Fyri at kasta ljós á teirra tørvir og Guds vælvild til at geva, talaði hann við tey um eitt svangt barn, sum biður síni jarðisku foreldur um breyð. »Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, tá ið hann biður um breyð?« (Matt 7:9). Her vísti hann til foreldranna eymu kenslur og náttúrliga kærleika til síni børn, og segði síðani: »vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja hann!« (Matt 7:11). Einki menniskja við faðirhjarta vildi avvíst ein son, sum er svangur og biður breyð. Kundu teir hugsa sær hann føran fyri at halda stuttleika úr sínum barni, og vera føran fyri óndskapsfult at plága tað við at innbilla eitt ella hvat, bara fyri at veita tí vónbrot. Vildi hann lovað at geva góða og uppbyggjandi føði, og tó givið tí ein stein? Og skuldi onkur vanæra Gud við tí hugsan, at hann ikki vildi svara bøn frá børnum sínum? Um nú tit, sum eru menniskjalig og ónd »vita at geva børnum tykkara gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva tann Heilaga andan til tey, sum biðja Hann?« Halgi andin, Guds egna umboð, er hin størsta av øllum gávum. Í henni er alt gott íroknað. Enntá Skaparin fær ikki givið okkum nakað størri og betri. Tá vit biðja Harran um samkenslu við okkum í neyð okkara, og um at vegleiða við sínum Heilaga anda, fer Hann aldri at avvísa bønina. Um tað er gjørligt fyri pápa ella mammu at avvísa sítt svanga barn, so kann Gud aldri nokta tí treingjandi og longilsfulla rópi úr hjartanum. Við hvørjum avbera stórum eymleika hevur Hann ikki lýst sín kærleika! Til tey, sum á myrkum døgum halda, at Gud ikki gáar um tey, ljóðar hesin boðskapur frá hjarta Faðirins: Zion sigur: »Harrin hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg! - Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg teg ikki! Hygg í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!« (Luk 11:13; Es 49:14-16) Øll lyftini í orði Guds geva okkum nakað at biðja um. Tey lýsa Harrans orð sum eitt pant til okkara fullvissu. Fyri hvørja andaliga signing, ið vit enn kunnu hava brúk fyri, so hava vit rættin til at krevja tær um Jesus. Við barnsins góðtrúni kunnu vit siga við Harran, júst tað okkum tørvar. Vit kunnu snakka við hann um teir tímuligu tørvirnar og biðja um breyð og klæðir, eins og um lívsins breyð og rættvísis kappa Krists. Hin himmalski Faðirin veit, at tú hevur brúk fyri øllum hesum, og tú verður eggjaður av honum til at biðja um tað. Tað er fyri Jesu navn at vit kunnu móttaka hvørja gávu. Gud góðkennir Jesu navn, og vil veita tær alt av góðleikans ríkidømi, sum tær tørvar. Gloym tó ikki, at táið tú fert til Gud sum til ein faðir, viðurkennur tú títt barnaviðurskifti við hann. Ikki einans gevur tú teg undir hansara góðsku, men tú boyggir teg í øllum viðurskiftum fyri vilja hansara í medviti um, at kærleiki hansara er óbroytiligur. Tú gevur teg yvir til hansara verk. Tað var til tey, sum hann úr byrjan hevði álagt fyrst at søkja Guds ríki og rættvísi hansara, at Jesus gav lyftið: »Biðið, so skulu tit fáa!« Gávurnar frá honum, sum Himli og jørð valdar, eru avsettar til børn Guds. Gávurnar, so kostiligar tær eru, koma til okkara um Endurloysarans dýrabara offurblóð, gávur, ið vilja nøkta hjartans djúpastu trongdir. Hesar gávur eru varandi eins og ævinleikans vilji. Hesar vilja øll, sum koma fram fyri Gud sum smábørn, taka ímóti og njóta. Loftið lyftum Guds sum tína ogn, og sig tey fram við hansara egnu orðum, og tú vilt fáa fyllu í gleði. »Alt sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.« (Matt 7:12) Við grundarlag í vissuni um Guds kærleika til okkara, áleggur Jesus sínámillum kærleika sum samantrekta grundreglu, ið fevnir øll viðurskiftir manna millum. Jødarnir høvdu verið bundnir av tankum um hvat teir vildu náa. Kvían teirra gekk í høvuðsheitum út uppá at tryggja sær tað valdið, virðingina og tænastuna, sum teir hildu tilkoma teimum. Tvørturímóti hesum lærir Jesus, at okkara ótti ikki skal vera: Um hvussu nógv vit kunnu fáa? Men: Hvussu nógv kunnu vit geva! Vavið av skyldum ímóti øðrum svarar til tað, sum vit meta at vera teirra skyldur mótvegis okkum. Í samveru við fólk eigir tú at seta teg í teirra stað. Set teg í kenslur, trupulleikar, vónbrot, gleðir og sorgir. Statt á jøvnum føti, og ger so ímóti teimum sum tú vildi ynskt, at tey gjørdu við teg, um tú skuldi býtt pláss. Hetta er sanna reglan fyri reiðiligan atburð og verimáta. Hetta er bara onnur orðing fyri lógini, sum sigur: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.« Tað er týðandi innihald í læru profetanna, og ein himmalsk grundregla, ið mennist hjá øllum, sum fyrireika seg til at ferðast millum heilagar skapningar. Hendan gylta leiðregla liggur undir sannari fólkaligheit, og hennara sannastu líki finna í Jesu lívi og lyndi. Hvussu blíðar og vakrar vóru ikki strálurnar frá Frelsarans dagliga lívi! Hvør yndisligheit rann ikki úr sjálvt nærveruni. Sami andin vil vísa seg í børnum hansara. Hjá teimum, sum hava Kristus búgvandi, vil frá øllum síðum koma guddómlig ávirkan. Teirra hvítu reinu hátíðarklæðir anga av góðum lukti úr Harrans urtagarði. Ljósið frá Jesu ásjón endurspeglar seg í teirra andlitum og upplýsir gøtuna til snávandi og móð fótafet. Eingin, sum hevur ta røttu fatan av, hvussu hin fullkomni verimáti er settur saman, vil lata vera við at leggja Kristi samkenslu og eymleika fyri dagin. Ávirkan náðinnar vil virka til at hjartað blotnar, kenslurnar reinsast og betrast so mikið í dygd, at viðkomandi vil fáa eina himmalska fínføling og sans fyri hvat sømir seg. Men gylta reglan rúmar enn djúpri meining. Ein og hvør, sum settur er at halda hús yvir Guds margfeldu náði, er eggjaður til at boða sálum í vankunnu og myrkri, tað hann mátti ynskt at fingi frá teimum, um hann var í teirra stað. Paulus segði: »Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.« (Róm 1:14). Orsaka av øllum sum tú hevur skilt av kærleika Guds, og av øllum, sum tú hevur fingið av náðiríku gávum hansara, meiri enn hin myrkasta og mest vanvirda sál á jørðini fekk, er skylda at boða hesar meir-gávur aftur til hesi illa støddu fólk. Soleiðis er eisini við teim gávum og signingum, sum hoyra hesum lívi til: Hvat sum helst at tú eigir meir enn tíni medmenniskju, ger teg í samsvarandi mun til skuldnara mótvegis øllum teimum, sum eru verri stillað. Eiga vit eitt ríkidømi, ella bara tað neyðuga til lívið, so hvílir á okkum hátíðar skylda at hava umsorgan fyri teimum sjúku, teimum líðandi, einkjuni og teimum faðirleysu, júst sum vit vildu ynskt, at tey skuldu syrgt fyri okkum, um so var at okkara støða var skift við teirra. Gylta reglan lærir óbeinleiðis tað sama, sum sagt er aðrastað í fjallaprædikuni, at »tað mál, sum tit mála við, tí skulu tit eisini fáa tilmált.« Tað, sum vit gera ímóti øðrum, antin tað er gott ella ilt, fer vissuliga at virka aftur á okkum sjálv til vælsigning ella forbannilsi. Tað, ið vit geva, vilja vit fáa aftur. Tey tímuligu vælsignilsini, sum vit lata øðrum, kunnu koma aftur í sama formi, og vera tað eisini ofta. Tað, sum vit geva, fer í neyðstøðu ofta at venda aftur í fýrafaldum vavi í landsins mynti. Út um tað afturrindast allar gávur eisini her í tíðini við síni størru fyllu av kærleika Guds, sum fevnir samlaðu himmalsins dýrd og skattir. Men eisini tað ónda, sum gjørt verður, verður afturrindað. Øll, sum loyvdu sær at dómfella onnur ella gjørdu onkran mótfalnan, koma sjálv at uppliva somu royndir, sum hann varð orsøk til hjá øðrum. Hann fer at kenna tað, sum tey høvdu av líðing í avleiðing av hansara manglandi samkenslu ella óvandaligu framferð. Kærleiki Guds til okkara gjørdi tað soleiðis. Hann ynskir okkum at hata harðan verimáta, og at opna hjørtini fyri Jesusi at búgva har. Á hendan hátt kemur nakað gott úr tí ónda, og tað sum tyktist at vera ein banning, verður til eina signing. Gylta reglan skapar satt kristiligt ideal, og tað sum ikki stendur mát við ta reglu er eitt fals. Ein religión, sum førir til vanvirðing av menniskjum, sum Kristus gevur so stórt virði, at hann gav seg sjálvan fyri tey, er ein læra, sum kann føra til at fólk gerast líkasæl fyri trongdum, líðingum og rættindum hjá fólki. Tað er følsk trúarlæra. Við at skúgva til viks tað, sum fátæk, líðandi og tey mest syndafullu hava rætt til, vísa vit okkum sum Kristi svíkjarar. Kristindómur eigur so lítið vald í heiminum, tó at fólk pynta seg við Kristi navni, so noktar fjøldin í lívsførsluni lyndi hansara. Harrans navn spottast av hesari atferðini. Um ápostlasamkomuna í glógvandi fyrstu bjørtu tíðini, tá dýrdin skein frá upprisna Frelsarinum, er skrivað, at eingin, » ikki ein segði nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna,« ... »tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð.« … »Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum.« …Og… »Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyði heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfeldi hjartans; tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkunum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.« (Ap 4:32-34; 2;46-47) Ein kann leita um allan Himmalin og Jørðina, og ikki finna størri sannleika opinberaðan enn tann, sum lagdur er fyri dagin í vælgerð ímóti teimum, sum hava brúk fyri okkara samkenslu og stuðli. Hetta er sannleikin í Jesusi. Tá ið tey, sum vátta Kristi navn, koma so vítt, at tey liva eftir tí gyltu regluni, vil hin sami máttur fara at fylgja gleðiboðskapinum sum á tíð ápostlanna. »Portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið« (Matt 7:14) Hin smali og bratti vegur, sum leiðir heim til hvíluna, gjørdi Jesusi til lýsandi gøtumynd av ferðaleið hins kristna. Vegurin, sum hann ávísti er trongur, og portrið er trupult at koma fram við; tí gylta reglan útilokar alla hugmóð og alt sjálvsøkni. Sjálvandi er eisini ein breiðari vegur, men hann leiðir til týningar. Um tit ynskja at ganga á tí gøtu, sum hongur saman við einum andaligum lívi, mugu tit støðugt ganga hægri og hægri, tí tað er vegur við mótbrekkum. Tit mugu elta tey fáu, tí fjøldin vil altíð velja hinar lættaru vegir í undanbrekkum. Á veg í deyðan ferðast øll mannaættin við allari síni verðsligheit, sjálvsøkni, hugmóð, óerligheit og moralspillu. Har er vítt pláss at fylgja sínum egnu lyndi til at gera alt tað, sum eginkærleiki tilmælir. Til tess at fylgja hesum vegum, sum leiða í oyðing, nýtast vit ongan til at leita við okkum eftir vegnum, tí portrið er vítt og vegurin breiður, og tað er heilt náttúrligt fyri fótin at snara av til tær gøtur, sum enda í deyða. Men vegurin til lívið er trongur og portrið smalt. Um tú heldur fast við onkra yndissynd, kemur tú at síggja, at vegurin er ov trongur at ferðast á til tess, at tú sleppur inn. Tínir egnu vegir, tín vilji, tínir ringu vanar og skikkir mugu leggjast av, um tú ynskir at halda teg á Harrans vegi. Tann, sum vil tæna Kristusi, kann ikki laga seg eftir heimsins meiningum og fylgja heimsins idealum. Tann himmalska gøtan er ov trong til at ríkidømi og tign kunnu ferðast í hesum bæruliga fylgi. Hon eigur ikki øki til sjálvsøkna ærusjúku, og hon er ov brøtt og ósløtt til dovin fólk at koma sær niðan. Knoss, tolsemi, sjálvsofran, útspilling, fátækradømi og mótsøgnir ímóti sær frá syndarum, tað var lutur Krists, og tað sama vil gerast okkara lutur, um vit nakrantíð skulu kunna fáa atgongd til Guds Paradís. Men gerið ikki orsaka av hesum ta mistak í niðurstøðu, at gøtan uppeftir er tung, og at vegurin omaneftir er lættur. Fram við øllum vegnum til deyðan er pína og revsing, har eru sorgir og vónbrot, og ávaringar, um ikki at halda áfram. Kærleiki Guds hevur gjørt tað trupult fyri tey líkasælu og treisku at oyða seg sjálv. Nokk er tað satt, at gøta Satans sær lokkandi út, men tað er heilaspuni. Á syndarinnar vegi er beiskur angur og verðsligt stórlæti; men tað endar alt síðani í pínum og sorg. Sjálvsøknar ætlanir kunnu bjóða uppá smikrandi lyftir og geva vónir um njóting. Men tey vilja finna, at vónirnar við sær sjálvum miðfyrraðum eitrar eydnuna. Á hesum undanvegi er inngongd kanska pyntað við blómum, men á gøtuni er fult av tornum. Tað vónarinnar ljós, sum skínur við inngongdina, verður broytt til vónloysis myrkur, og sálin, ið rennir eftir hesum teigum, stígur inn í skuggans ævigu nátt: ”……. niða og nátt eru teimum goymdar.” (2 Pæt 2:17) »Harður er vegur svikaranna,« men vísdómsins vegir »eru lívsælir vegir, og allar gøtur hansara er lukka.« (Orðt 13:15; 3:17). Hvør gerð í lýdni ímóti Kristusi, hvør sjálvs avnoktandi gerð fyri hansara skuld, hvør roynd borin á rætta hátt og hvør sigur yvir freisting, er eitt fet á ferð ímóti tí dýrdini, sum ein endaligur sigur vil geva. Kjósa vit Jesus til vegleiðara, fer hann at leiða okkum á tryggan hátt. Hin størsti syndarin nýtist ikki at fara skeivur av vegnum. Ikki ein einasti, sum piprandi leitar, nýtist at mangla tað reina og heilaga ljósið á ferðini, hóast vegurin er so smalur og so heilagur, at eingin syndari har er toldur, so er tað tó trygt fyri øll at ganga, og ikki ein einasta ivandi bivandi sál nýtist at siga: »Gud dámar meg ikki.« Vegurin kann vera óslættur og brattur við loynigravum til høgru og vinstru fyri vegin. Kanska mugu vit tungliga arbeiða víðari, tá vit eru sera móð og leingjast eftir hvíld. Tíðir eru, tá vit eru djørv og stríðast fyri at varðveita vón, men eisini tá vit gerast vónleys. Men við Kristusi sum okkara ferðaleiðara, so fara vit ikki til seinast at missa hina eftirstundaðu havn. Kristus hevur sjálvur gingið undan okkum eftir tí strævna knortluta vegi, og hann vil slætta hann fyri føtur okkara. Og fram við tí bratta veg, sum gongur til ævigt lív, finnast kelduvað at leska møðina til tey móðu. Tey, sum ferðast eftir vísdóms vegum, frøa seg almikið, og enntá í trongdum, tí hesi vita, hvønn sál teirra elskar, nevniliga hann, sum ferðast ósjónliga undir liðini. Fyri hvørt feti uppeftir kennir hann enn týðuligari hond hansara nerta við seg; og fyri hvørt feti fellir eisini klárari ljós úr dýrdini frá hinum ósjónliga á vegnum, og teirra lovprísandi sangir, sum alla tíðina syngjast, ljóma í hægri og hægri tónum, fara upp at blanda seg við einglasangi framanfyri trónuna. »Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.« (Orðt 4:18) »Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið« Tað kristna lívið er ein bardagi og ein hergonga. Men tann sigurin, ið vinnast skal, verður ikki vunnin við mannamátti. Bardagans válur er hjartans ríki. Tann válur, tá ið vit mugu berjast hina størstu orrustu, sum fólk yvirhøvur eru fløkt inn í, geldur yvirgeving av okkara egna ego til Gud, hjartans yvirgeving undir kærleikans harradømi. Hin gamla náttúran, sum er fødd av blóði og holds vilja, kann ikki arva Guds ríki. Teir niðurarvaðu hugir og teir fyrrverandi vanarnir, mugu leggjast av. Tann, ið setir sær fyri at koma í andaliga ríkið, vil fáa síggja, at øll hin ikki endufødda náttúra við sínum mátti og hugi savnar seg ímóti honum, stuðlað av valdi myrkurs ríkis. Hugmóðin og sjálvsøkni setir seg upp ímóti øllum til at ávísa, at hesir eginleikar eru syndigir. Vit vinna ikki sjálv á óndu ynskjunum og vanunum, sum berjast um yvirtakið. Vit eru ikki før fyri at vinna tann ovurstóra fíggindan, sum heldur okkum í trældómi. Gud eina kann geva okkum sigurin. Hann ynskir at vit skulu hava harradømið, yvir okkara vilja og yvir okkara vegi. Men hann fær ikki virkað í okkum, uttan okkara samtykki og samstarv við hann. Andi Guds virkar ígjøgnum tey evnini, sum maður hevur fingið. Tað krevst so av okkum, at vit eisini nýta okkara orku til at samstarva við Gud. Sigurin kann ikki vinnast uttan álvarsama bøn, og ikki uttan eyðmýking fyri hvørt fet okkara. Vilji skal tó ikki noyðast inn í samstarvi við guddómlig amboð; hann leggur seg sálvboði undir tey. Um tað so var gjørligt at noyða Heilaga Andans ávirkan á teg við hundrað faldari styrki, so vildi tað tó ikki gjørt teg til ein slíkan kristnan, sum er sikkaður tegnur í Himmiríki. Tann fasta borg Satans vildi ikki verið brotin. Viljin má sjálvur seta seg á Guds síðu. Tú orkar ikki av tær sjálvum at leggja tíni mál, tína tráan og vanar undir vilja Guds; men um tú ert viljaður at vera villugur, tá vil Gud gera verkið fyri teg. Hann »vil bróta niður hugsannarbygningar og alt høgt, sum reisir seg ímóti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi.« Og tá vil hann arbeiða »uppá frelsu tykkara við ótta og bivan; tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.«. (2 Kor 10:5; Fil 2:12-13). Men tað eru mong, sum kenna seg drigin at Kristi vakurleika og himmalsins dýrd, og tó víkja afturá fyri treytunum, sum mugu lúkast fyri at fáa hesi ting. Á tí breiða vegi eru mong, sum ikki eru heilt nøgd við vegin tey ferðast á. Tey leingjast eftir at skræða seg leys úr trældómi syndarinnar, og í sínum egna mátti royna tey at gera mótstøðu ímóti sínum syndigu vanum. Tey hava eyguni vend ímóti tí smala vegi og tí tronga portri, men sjálvgóð njótan, erni, kærleiki til heimin, saman við vanheilagari ærusjúku og stórlæti setur forðandi diskar upp fyri tey og Frelsarin. Avnoktanin av sínum egna vilja, og av teimum viðurskiftum ella tingum á tí vegi, sum tey hava valt, krevur eitt offur, og tað ger tey meiri hugsunarsom. Nú svíkja tey og ganga eftir hæli. »Mong skulu leita inn og ikki koma vegin fram.« Teirra tráan stendur til hitt góða, og tey gera nøkur upplop, har tey veruliga royna at fáa tað til, men tey taka tó onga avgerð, og eru ikki føst í hugi at tryggja sær tað fyri ein og hvønn prís. Einasta vónin liggur í hesum, at vit leggja okkara vilja saman við Guds vilja, og samstarva við hann tíma fyri tíma og dag fyri dag. Vit kunnu ikki varðveita egoið og samstundis sleppa í Guds ríki. Um vit nakarantíð vilja røkka heilagleika, fer tað at henda á tann hátt, at vit avnokta okkum sjálv og ístaðin taka við Kristi sinnalagi. Hugmóðin og sjálvgóðskan má krossfestast. Eru vit viljað at gjalda prísin, sum er kravdur? Eri vit villig til at lata vilja okkara fara í tað fulla samsvarið við Guds vilja? Innan at vit soleiðis vilja tað í álvara, fer náði Guds ikki verða okkum opinberað. Tann bardagi vit skulu berjast, er »trúðarinnar góða stríð.« … »Fyri hetta arbeiði eg – og eg stríði við kraft Hansara,« segði ápostulin Paulus: »sum veldiga virkar í mær.« (Kol 1:29) Í størstu krepputíð Jákups fór hann fyri seg sjálvan at biðja. Hann var fyltur av alt avgerandi ynski um at gjøgnumliva eina lyndisbroyting. Ímeðan hann bað til Gud merkti hann, at ein, sum hann helt vera fígginda, legði eina hond á seg, og alla náttina bardist hann at kalla fyri lívinum. Vandastøðan, sum hann sveimaði í, broytti tó ikki hansara inniliga ynski. Tá mátturin mestsum var uppi, gjørdi eingilin nýtslu av guddómligu styrkini sum eingil, og við hesa kropskontakt gjørdist Jákup greiður yvir, hvønn hann hevði barst við. Særdur og hjálparleysur kastaði hann seg inn á Frelsarans bróst, og trábað um signing. Hann vildi ikki lata seg avvísa, og ei heldur steðga sína trábiðjan, og Kristus uppfylti tá ynskið frá hesari hjálparleysu angrandi sál, samsvarandi fyrijáttanini um, at »uttan so var, at teir leitaðu sær vernd hjá Mær, gjørdu frið við Meg, ja, gjørd frið við Meg,« og soleiðis er, at tann sum leitar verju hjá Gudi fyri at binda frið við hann, skal finna friðin. Við fastari avgerð bað Jákup: »Eg sleppi tær ikki, uttan Tú signar meg!« Hesin úthaldandi andin varð givin Jákupi av eini andaligari veru, sum stríddist við patriarkin, og tað var eisini hendan veran, sum gav honum sigurin og broytti navnið frá Jákupi til Ísrael, við tað at veran ella eingilin segði: »Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael; tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið!« Tað sum Jákup hevði stríðst og strevast við egnum mátti, varð vunnið við at yvirgeva seg sjálvan í úthaldnari trúgv: »Tí alt tað sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hettar er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.« (Es 27:5; 1 Mós 32:26 og 28; 1 Jóh 5:4) »Varðið tykkum fyri lygiprofetum« (Matt 7:15) Vit ikki eggjast ikki at royna fólk eftir vøkrum talum og hásintari játtan. Tey skulu dømast eftir Guds orði. »Til lógina og til vitnisburðin« … »Siga tey ikki so, hetta fólk, ið ongan morgunroða hevur« … »Sonur Mín! Halt uppat at lurta eftir áminning – so villist tú burt frá orðum kunnskapar! « (Es 8:20; Orð 19:27). Hvønn boðskap bera hesir lærarar? Leiða teir teg til at óttast og at æra Gud? Leiða teir teg til at vísa tín kærleika til hann við at sýna lýdni ímóti boðum hansara? Um menniskju ikki síggja týdningin av morallógini. Um fólk vanvirða Guds boð, og bert bróta eitt tað minsta boðið, og læra menniskjuni at gera soleiðis, skulu tey verða einkismett í Guds eygum. Tey gera júst ta gerð, sum hevði sín uppruna í myrskursins fúrsta, fígginda Guds. Ikki øll, ið vátta Kristi navn og bera kennimerki hansara, hoyra honum til. Mong, sum hava lært í mínum navni, segði Jesus, vilja til síðst verða funnin ov løtt. »Mong skulu hin dag siga við Meg: ”Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!” Og tá skal Eg vitna fyri teimum: ”Eg havi aldri kent tykkum; farið burt frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!”« (Matt 7:22-23). Menniskju eru, sum halda seg hava rætt, tá tey tó eru villari leið. Ímeðan tey hevda, at Kristus er teirra Harri, og játta seg at gera stórar gerðir í navni hansara, inna tey órættvísi: »Nei, tað ið teimum líkar, gera teir, og eftir vinningi tráa hjørtu teirra.« Teir halda seg at bera Guds orð, har teir »teir kvøða kærleiksvísu – teir hoyra víst orð tíni, men teir gera ikki eftir teimum.« (Ez 33:31-32) Ein nakin játtan til lærusvein er uttan virði. Tann trúgv, ið frelsir sálina, er ikki hon, sum ein bara gevur seg út fyri at vera. »Trúgv, trúgv! Siga tey« … »so nýtist tær ikki at halda lógina.« Men ein slík trúarhugsan, sum ikki leiðir til lýdni, er hugmóðig og frek. Ápostulin Jóhannes skrivar: »Tann, ið sigur: Eg kenni Hann! – og heldur ikki boð Hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.« (1 Jóh 2:4). Lat ongan dragast við ta hugsan, at serliga sterkar orðingar og undurverk kunnu verða prógv fyri rættleika av teirra gerðum og sjónarmiðum, sum teir vilja verja. Um nakan talar niðursetandi um Guds orð, og vil seta egnu fatan, kenslur og gerðir hægri enn guddómliga mátibandið, tá kunnu vit vita, at einki ljós er í teimum. Lýdni er prógv fyri at ein er lærusveinur. Tað, ið staðfestur ta falsleysa í talu um kærleika, er, at vit eftirliva boðunum. Tá læran vit fevna vil drepa syndina í hjartanum, reinsast sálin fyri smittu, og tá vil hon bera frukt í heilagleika. Tá vita vit, at hon er Guds sannleiki. Tá ið góð verk, vinaligheit, hjartans eymleiki og miskunn koma meiri til sjóndar í okkara lívum; og tá hjartað gleðir seg um at gera tað rætta, vit hevja Kristus og ikki okkum sjálv, tá kunnu vit vita, at trúgv okkara er av tí slagnum, sum er hin rætta trúgvin. »Av tí vita vit, at vit kenna Hann! – Av, at vit halda boð Hansara.« (1 Jóh 2:3). »Tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu« (Matt 7:25) Jesus endaði Fjallataluna við mynd, sum ovfarandi lívliga lýsti týdningin av at liva eftir orðunum, sum hann talaði. Ímillum tað samantirpaða fólki runt Frelsarin vóru mong, sum høvdu búð við Genezareth Vatn. Sum tey nú sótu har í fjallalíðini og lurtaðu eftir Kristi orðum, sóu tey kendar dalar og gjáir, sum bóru áir úr fjøllunum á vegi sínum til havs ella í vatnið. Í summartíðini hvurvu hesar áir og eftir tær lógu turrar dustfongdar tómar áarlegur. Men tá vetrarstormar herjaðu fjøllini, broyttust løkir og áir til rokmiklar skúmandi streymar, hvørs sterku vatnmongdir mangan fóru um áarbakka og fløddu yvir dalar og skræddu alt fyri sær. Tá hendi mangan, at smáttur, sum bóndur høvdu bygt á lón, á slættum græsvølli, vórðu skolaðar burtur, hóast staðið annars tyktust at vera trygt. Men høgt uppi í fjøllunum vóru hús betur støðlað á hellu. Í ávísum pørtum av landinum vóru íbúðarhús einans lagað við steinum, og mong av teimum høvdu staðið ímóti ódnum í øldir. At byggja hesi hús hevði verið strævið. Atkoman til tey var alt annað enn løtt, og tey lógu soleiðis fyri, at tað skuldi verða minni lagaligt enn ein búseting á slættlendum bøi. Men av tí at tey vóru grundstøðlað á hellu, so bardu vatnstreymar, vindar og stormar á tey til einkis. Tann, sum vil taka ímóti teimum orðunum, ið eg havi talað til tykkara, segði Jesus, og gera tey til grundvøllin í lívi og lyndi, so at hann líkjast teimum, sum bygdu húsið hellu. Fleiri øldir frammanundan hevði profeturin Esajas skrivað: »Orð Guds okkara stendur fast til allar ævir.« Og tá ið Pætur leingi aftaná, at Fjallaprædikan varð hildin, endurtók hesi orðini frá Esajasi, legði hann aftrat: »Men orð Harrans verður í allar ævir – og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum.« Guds orð er tað einasta, sum ikki vikast, av tí sum hesin heimurin yvirhøvir kennir til: »Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.« (Es 40:8; 1 Pæt 1:25; Matt 24:35) Tær stóru grundreglurnar í Guds lóg, í Guds náttúru, eru trektar saman í Kristi orðum á fjallinum. Ein og hvør sum byggir á tær, byggir á Kristus, hin æviga Klett. Við at taka ímóti orðinum, taka við ímóti Kristusi, og einans tey, sum soleiðis taka ímóti orði hansara, byggja á hann. »Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, og tað er Jesus Kristus.« … »Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum, heldur ikki er nakað annað navn undir himli givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.« (1 Kor 3:11; Ap 4:12). Kristus, orðið, Guds opinbering við lýsingini av lyndi hansara, hansara lóg, hansara kærleiki, hansara lív: Hetta er hin einasti grundvøllurin, sum vit kunnu byggja eitt lyndi á, sum er haldført. Vit byggja á Kristus við at akta á orð hansara. Hin rættvísi er ikki tann, sum einans eigur rættvísi, men sum innir rættvísi. Heilagleiki er ikki fagnaður og øsing. Heilagleiki er tað sum hendir tá ein yvirgevir alt til Gud. Og innihaldið er leitanin eftir vilja Faðirs okkara. Tá ið børn Ísraels settu teltini upp við markið til hitt lovaða landið, var tað ikki nokk fyri tey at vita okkurt um Kana’an ella at syngja sangir hjá Kana’ans landi. Hetta vildi ikki fingið tey at átt nakran víngarð ella oljulund í tí góða landinum. Tey kundu fáa tað til veruleika við at gera eftir treytunum, og tað var við at útinna hina livandi trúnna á Gud. Her undir kom at ogna sær lyftir hansara, ímeðan tey eisini hildu boð hansara. Kristindómur er í innihaldinum at vit liva eftir Guds orði, men ikki til at vinna hansara tokka, tí óuppiborið hava vit frammanundan móttikið hansara kærleiks gávu. Kristus setur ikki eina játtan sum einastu treyt til frelsu menniskjans, men trúnna, sum gevur seg til kennar við rættvísins gerðum. Av Kristi eftirfylgjarum væntast gerðir, og ikki einans í orðum. Tað er ígjøgnum gerðirnar at eitt lyndið verður styrkt. »So mong, sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.« (Róm 8:14). Ikki tey, hvørs hjørtu verða ávirkaði av Andanum, ikki tey, sum av og á geva eftir fyri kraft hansara, men tey, sum leidd verða av Andanum, tey eru Guds børn. Ynskir tú at gerast Kristi eftirfylgjari, men veitst ikki, hvussu tað skal byrja? Ert tú í myrkri og veit ikki hvussu tú skalt finna ljósið? Fylg eftir tí ljósi, sum tú hevur. Gev hjarta til lýdni til tey viðurskiftir í Guds orði, sum tú hevur kunnleikan til. Hansara kraft, ja lív hansara býr í orðinum. Tá ið tú tekur ímóti orðinum í trúgv, vil tað veita tær kraftina til at vera tí lýðin. Tá tú nýtir tað ljósið, sum tú hevur, fer at koma størri ljós. Tú byggir á Guds orð, og títt lyndi vil verða bygt upp eftir myndini av Kristi lyndi. Kristus, hin sanni grundvøllur, er hin livandi steinurin. Lív hansara boðast til øll, sum byggja á hann: »Og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap…« … »Í Honum verður allur bygningurin sambundin og veksur til heilagt tempul í Harranum.« (1 Pæt 2:5; Ef 2:21). Bygningsins steinar verða til eitt við grundvøllin, tí eitt felags lív býr í teimum øllum. Eingin ódnarstormur kann fella hendan bygning, tí tann, sum hevur lut í lívi Guds, vil verða standandi saman við honum. Men ein og hvør bygningur, sum bygdur er á annan grundvøll enn Guds orð, vil fella. Tann, sum líknandi jødum á Kristi døgum byggir á grunt støði, í innihaldi bara ímyndir og tankar í útvortis skapi og siðum, sum menn funnu uppá, ella á nakra gerð, sum hann vil fremja leysa frá Kristi náði – ein slíkur byggir sín lyndisbygning á leysan sand. Harðu ódnir anda freistarans vilja skola grundvøllin av sandi burtur og lata hús hansara gerast til vrakpettir á tíðarinnar strondum. »Tí sigur Harrin Harrin so: ….. Eg geri rætt til málisnøri, rættferð til lodd, heglingur skal ríva burtur lygiskjólið, og loynistaðið skulu vøtnini skola burtur!« (Es 28:16-17). Men í dag mælir náðin við syndarin. »So satt sum Eg livi – sigur Harrin Harrin – havi Eg ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir! Vendið við, vendið við av óndu leiðum tykkara! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels?« Tann røddin, sum talar við tey ikki angursmerktu, er rødd hansara, sum í hjartans angist segði, hesa løtu, táið hann hugdi út yvir hendan býin, sum hann elskaði so inniliga: »Jerúsalem, Jerúsalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar? Og tit vildu ikki. Men hús tykkara skal verða latið tykkum sjálvum upp í hendur.« Jesus sá Jerúsalem sum eitt súmbol fyri allan heimin, sum hevði vrakað og hatað náði hansara. Hann græt o títt treiska hjarta, hann græt um teg! Ímeðan tár Jesu runnu eftir kinninum uppi á fjallinum, kundi Jerúsalem vent við, og umgingið síni forløg. Soleiðis, o hjarta, heitir Kristus enn í dag á teg við kærleiksfullu røddini: »Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til Hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.« … »Nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!«. (Ez 33:11; Luk 13:34-35; Op 3:20; 2 Kor 6:2). Tú, sum setir vónina á sjálvan teg, tú byggir á sandi. Men tað er framvegis ikki ov seint til at flýggja frá hini komandi ódn, komandi oyðingini. Flýggið til hin trygga grundvøllin innan stormin! »Tí sigur Harrin Harrin so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran fastan hornastein; - tann, ið trýr, hevur ikki skund.« … »Vendið tykkum til Mín og verið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud og eingin annar!« … »Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísis Mínar!« … »Í allar ævir skulu tit ikki verða til spott og til skammar.« (Es 28:16; 45:22; 41:10; 45:17). |