Vegurin til Kristus kapitel 10. Fra side 89 | tilbage |
Gud roynir á mangan hátt at opinbera seg fyri okkum og leiða okkum til sín. Náttúran talar støðugt til okkara sansir. Tann, ið letur hjarta sítt upp, verður hugtikin av Guds kærleika og stórleikanum, sum hansara verk vitna um. Tað oyrað, ið lurtar, kann hoyra og fata Guds talu ígjøgnum nátturúna. Tann grøni bøurin, tey høgu trøini, blómurnar og blómuknopparnir, skýggini, regnskúrarnir, tutlandi áarløkurin og vakra himmalhválvið tala til okkara og bjóða okkum at læra hann at kenna, sum skapaði alt. Frelsarin knýtti ofta sína frálæru til tað, sum var at finna í náttúruni. Hann brúkti trøini, fuglarnar, blómurnar, heyggjarnar, vøtnini, havið, himmalhválvið og tilburðir úr gerandisdegnum í síni undirvísing um sannleikan. Soleiðis kundu menniskjuni minnast tað, sum hann hevði sagt, eisini í teirra dagliga strevi og stríði. Gud ynskir, at hansara børn virðismeta skapanarverkið og gleðast um vakurleikan, sum hann hevur prýtt okkara jarðiska heim við. Hann elskar tað vakra, og fram um alt tann innara vakurleikan. Gud ynskir, at vit mennast í reinleika og góðsku og prýðast við tí stilla yndi, sum vit síggja hjá blómunum á markini. Um vit bara vilja lurta, so vil skapanarverk Guds geva okkum dýrabaran lærdóm um lýdni og álit. Frá stjørnunum, sum øld eftir øld fylgja rásunum, sum eru ávístar teimum, og niður til tað minsta atomið, so aktar øll náttúran vilja skaparans. Gud hevur umsorgan fyri øllum, sum hann hevur skapað. Og hann, sum heldur uppi teimum óteljandi verøldunum í endaleysu rúmdini, hevur samstundis umsorgan fyri tí lítla smáfuglinum, ið óttaleysur syngur sín lítillátaða sang. Okkara himmalski faðir vakir yvir øllum, bæði tá ið menniskjuni fara til sítt dagliga arbeiði ella boyggja knø í bøn, leggjast á kvøldi ella fara upp úr songini á morgni, tá ríki maðurin ger seg til reiðar til veitslu í høll síni ella tann fátæki savnar børn síni um sítt fátæksliga borð. Eingi tár renna, uttan at Gud sær tað. Eingin brosar, uttan at hann ansar eftir tí. Um vit trúðu hesum av heilum huga, hvarv øll óneyðug stúran. Okkara lív hevði tá ikki verið so fult av vónbrotum sum nú, tí vit høvdu lagt alt, stórt sum smátt, í Guds hond. Hann møðist ikki av trupulleikum, hvussu stórir og tungir teir enn eru. Tá høvdu vit glett okkum í einum andaligum friði, sum mong ikki kenna til. Tá ið tú soleiðis gleðist um alt tað vakra á jørðini, so hugsa um hin komandi heimin, har eingin synd, neyð ella deyði er til longur - ei heldur skuggi av banning. Ger tær í huganum mynd av heiminum hjá teimum frelstu og minst til, at tað verður enn betri enn títt ljósasta hugflog kann geva tær ábendingar um. Í Guds margfaldaðu gávum, sum hann hevur givið okkum í náttúruni, síggja vit bert eitt sindur av hansara dýrd. Skrivað stendur: "Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann”. 1. Kor. 2,9. Skaldið og náttúrufrøðingurin hava nógv at siga um náttúruna, men tað er tann kristni, ið gleðir seg mest um vakurleikan á jørðini. Hann sær handalagið og stóra kærleikan hjá faðir sínum í hvørjari blómu, runni og træi. Eingin kann til fulnar virðismeta dalar, fjøll, áir og vøtn, uttan tann, sum sær hetta sum eitt tekin um Guds kærleika til menniskjuni. Gud talar til okkara við síni forsjón og gjøgnum Andan, sum ávirkar hjartað. Í okkara viðurskiftum, umhvørvi og í teimum broytingum, sum dagliga fara fram rundan um okkum, kunnu vit fáa dýrabaran lærdóm, um vit bert taka ímóti honum við opnum hjarta. Sálmaskaldið sigur: "Av Harrans miskunn jørðin er full." "Hann, ið vísur er, leggi hetta í geyma og gevi gætur eftir náðigerðum Harrans!" Sálm. 33,5; 107,43. Gud talar til okkara ígjøgnum sítt orð. Her síggja vit eina enn týðuligari opinbering av hansara lyndi, hansara stjórn viðvíkjandi menniskjunum og stóra arbeiði fyri at endurloysa okkum. Her verður sagt fra patriarkunum, profetunum og øðrum heilagum monnum í gomlum døgum. Hesi vóru menniskju “undir somu korum sum vit.” Ják. 5,17. Vit síggja, hvussu hesi møttu somu trupulleikum, sum vit møta, hvussu tey fullu í somu freistingar sum vit, fingu mótið av nýggjum, og við Guds náði vunnu sigur. Tá ið vit síggja hetta, lívast vit upp í okkara strevan eftir rættvísi. Vit lesa um dýrabaru løturnar í teirra lívi, um ljósið, kærleikan og signingarnar, ið tey gleddust um, og um tey verk, sum tey framdu av Guds náði. Tá tendrast sami brandur í okkum, sum gjørdi tey eldhugað. Heilagi Andin ávirkar hjartað og gevur okkum eitt ynski um at gerast teimum lík í lyndi - at ganga við Gudi eins og tey. Jesus segði soleiðis um skriftirnar í Gamla Testamenti (og hvussu mikið meira kann tað ikki sigast um tað Nýggja): "Og tað eru tær, sum vitna um meg." Jóh. 5,39. Tær vitna um endurloysaran, hann, sum øll okkara vón um ævigt lív hvílir á. Ja, øll Bíblian vitnar um Kristus. Hetta sæst líka frá fyrstu frásøgnini um skapanina, tí uttan hann "var einki til av tí, sum til er vorðið" til síðstu fyrijáttanina: "Sí, eg komi skjótt" Jóh. 1,3; Op. 22,12. Her lesa vit um hansara verk og lýða á rødd hansara. Ynskir tú at læra Frelsaran at kenna, so rannsaka ta Heilagu Skriftina. Fyll hjarta títt við Guds orði. Hetta er tað livandi vatnið, ið vil sløkkja tín brennandi tosta. Hetta er lívsins breyð. Jesus sigur: "Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum." Og hann greinar týdningin av hesum, tá ið hann sigur: "Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív." Jóh. 6,53.63. Likam okkara verður bygt upp av tí, vit eta og drekka. Og soleiðis sum tað er við tí jarðiska, er tað eisini við tí andaliga. Tað er tað, sum vit hugsa um, ið gevur okkara andaligu náttúru hennara sermerki og styrki. Endurloysingin er eitt evni, sum einglarnir ynskja at fáa innlit í. Hon verður evnið, sum frelsti skarin fer at granska og lovsyngja um ígjøgnum tann óendaliga ævinleikan. Er hetta ikki vert at hugsa gjølla um nú? Jesu stóra miskunnsemi, kærleiki og tað ofrið, ið gjørt varð fyri okkum, krevur ta álvarsamastu og djúpastu umhugsan. Vit hava brúk fyri at dvølja við lyndiseyðkennini hjá okkara endurloysara og talsmanni. Vit eiga at hugsa nógv um hansara gerning, sum kom fyri at frelsa fólk sítt frá syndum teirra. Tá ið vit soleiðis hugsa um tað, sum hoyrir himlinum til, vilja okkara trúgv og kærleiki støðugt styrkjast. Bønir okkara toknast eisini Gudi betur, tí tær vilja vísa støðugt vaksandi trúgv og kærleika. Tær verða meira skynsamar og inniligar. Vit vilja fáa eitt meira varandi álit á Jesusi og dagliga fáa at kenna hansara mátt til at frelsa til fulnar øll tey, sum koma til Gud við honum sum millummanni. Tá ið vit síggja Frelsarans fullkomileika, vilja vit tráa eftir at umbroytast, endurnýggjast og gerast rein, eins og hann er reinur. Vit vilja hungra og tysta eftir at verða honum lík, sum vit tilbiðja. Jú meira vit hugsa um Kristus, tess meira tala vit um hann við onnur og opinbera hann soleiðis fyri heiminum. Bíblian varð ikki bert skrivað fyri tey lærdu. Hon er tvørturímóti ætlað heilt vanligum menniskjum. Teir stóru sannleikarnir, sum hava týdning fyri frelsuna, eru klárir sum sólin. Eingin kann glatast ella villast av vegnum uttan tey, sum ganga eftir sínum egna viti í staðin fyri Guds týðuliga opinberaða vilja. Vit eiga ikki bara at góðkenna vitnisburðin frá øðrum menniskjum um, hvat ið Skriftin lærir, men sjálv granska Guds orð. Lata vit onnur hugsa fyri okkum, viknar okkara egna megi og førleikarnir minka. Um tey stórbaru evnini, sum sinnið hevur, ikki verða brúkt nóg mikið til at granska má, sum eru verd at kýta seg við, kunnu hesi evnir gerast so kryplað, at tey ikki longur eru før fyri at fata tann djúpa týdningin í Guds orði. Evnini at hugsa styrkjast av at granska í Bíbliuni, og við at samanbera ymisk andalig mál og skriftstað við skriftstað. Einki er betri egnað til at styrkja vitið enn at granska Bíbliuna. Eingin onnur bók hevur slíka megi til at hevja tankarnar og at styrkja okkara hugsunarevnir sum teir stóru og reinu sannleikarnir í Bíbliuni. Um Guds orð varð granskað, sum tað átti, høvdu. fólk fingið eina andaliga menning, eitt stórbart lyndi og ein fastleika, sum sjáldan sæst á okkara døgum. Men lítið gagn er í bert at lesa Skriftina leysliga. Ein kann lesa hana alla uttan at síggja vakurleikan ella at fata hennara djúpa og loyndarfulla týdning. Tað er betri at umhugsa eitt skriftorð í senn, inntil tú skilir týdningin og sambandið við frelsuofrið, enn at lesa nógvar kapitlar uttan mál og mið, og tí uttan at fáa nakran veruligan lærdóm. Hav altíð Bíbliuna hjá tær, les í henni, tá ið tú hevur ein møguleika, og royn at festa teg við skriftstøðini og at seta orðini í minnið. Sjálvt tá ið tú gongur á gøtuni, kanst tú lesa eitt skriftstað, hugsa um tað og soleiðis festa tað í minnið. Vit kunnu ikki ogna okkum vísdóm uttan hugagóða og álvarsama gransking, har vit biðja Guds Anda vegleiða okkum. Vissuliga eru summir partar av Skriftini so týðuligir, at teir ikki kunnu misskiljast. Men aðrir eru, har merkingin ikki er so týðulig, at alt kann skiljast við fyrsta eygnabrá. Skriftorð má sammetast við skriftorð. Ein noyðist at granska gjølla og døma um tað í bønaranda. Ein slík granskan verður ríkiliga afturlønt. Fólk í námsvinnuni leita eftir lindum av reinum málmi, ið eru fjaldar undir jarðarskorpuni. Eins og hesi leita eftir fjaldum dýrgripum, soleiðis vil tann, sum áhaldandi rannsakar Guds orð, leita eftir og finna sannleikar, sum eru av størsta virði. Men hesir eru fjaldir fyri teimum, sum bert leita í líkasælu. Tá ið tey gudgivnu orðini verða umhugsað í hjartanum, blíva tey sum streymar, ið renna frá lívsins keldu. Bíblian eigur ikki at verða lisin uttan bøn. Aðrenn vit lata Bíbliuna upp, eiga vit at biðja um vegleiðing frá Heilaga Andanum, og hon verður tá givin okkum. Tá Nathanael kom til Jesus, segði Frelsarin: "Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í! Nathanael sigur við hann: "Hvaðan kennir tú meg?" Jesus svaraði og segði við hann: "Áðrenn Filippus rópaði á teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum." Jóh. 1,48-49. Jesus sær okkum eisini, tá ið vit biðja í loyndum, um vit leita til hansara fyri at fáa ljós og finna sannleikan. Einglar frá ríki ljósins vilja vera hjá teimum, sum við eyðmjúkum hjarta søkja guddómliga vegleiðing. Heilagi Andin hevjar Frelsaran upp og lovprísar honum. Tað er lutur Andans at kunna um Kristus, hansara rættvísi, reinleika og frelsuna í honum. Jesus sigur: "Hann skal taka av mínum og kunngera tykkum." Jóh. 16,14. Sannleikans Andi er tann einasti rætti lærarin í guddómligum sannleika. Hvussu høgt má Gud so ikki elska mannaættina, tá hann kundi geva son sín í deyðan fyri hana og hevur sent Heilaga Andan til at vera lærari hjá menniskjunum, og at vera teimum ein støðugur vegleiðari! |