Vegurin til Kristus kapitel 4. Fra side 39tilbage

Syndajattan

"Tann, sum dylur misgerðir sinar,
fær onga eydnu, men tann,
sum gongur við tær" og vendir sær
frá teimum, ”skal finna miskunn."
Orðt. 28, 13.

Treytirnar fyri at fáa miskunn Guds eru rættvísar, einfaldar og rímiligar. Harrin krevur ikki, at vit skulu gera nakað torført fyri at fáa syndafyrigeving. Okkum nýtist ikki at fara á langar og tungar pílagrímsferðir, fyri at Gud í himli kann taka ímóti okkum. Heldur ikki mega vit líða torførar og pínufullar bótsgerðir fyri at bøta fyri misgerðir okkara. Tann, sum játtar synd sína og vendir sær frá henni, skal fáa miskunn.

Ápostulin sigur: "Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir." Ják. 5,16. Játtið syndir tykkara fyri Gudi, sum eina kann fyrigeva, og játtið misbrot tykkara fyri hvørjum øðrum. Um so er, at tú hevur gjørt tínum vini ella granna órætt, eigur tú at játta hetta. Og tað er tá hansara skylda at vilja fyrigeva tær. Síðani eigur tú at biðja Gud um fyrigeving, tí tann bróðir, ið tú hevur sárað, hoyrir Gudi til - og við at særa hann syndaði tú ímóti skapara og loysnara tínum. Málið verður lagt fram fyri okkara einasta sanna semingsmann, okkara stóra høvuðsprest, "sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd," og "kann hava várkunn við veikleikum okkara." Hebr. 4,15. Hann hevur máttin at taka burtur hvørt vet av órættvísi.

Tey, sum ikki hava eyðmýkt seg fyri Gudi og játtað syndaskuld sína, hava enn ikki lokið fyrstu treytina fyri, at Gud kann taka ímóti teimum. Vit hava aldri av sonnum strembað eftir syndafyrigeving, um vit ikki hava vent um av heilum huga og játtað okkara syndir í sannari eyðmýkt, við sundurbrotnum anda, so vit fingu andstygd fyri órættvísi. Og um vit aldri hava roynt tað, so hava vit heldur ikki ognað okkum Guds frið. Um vit ikki hava fingið syndafyrigeving fyri gjørdar gerðir, kann hetta bert vera, tí at vit ikki hava vilja ella hug til at eyðmýkja okkara hjarta og rætta okkum eftir treytunum í Guds orði. Bíblian er greið í hesum máli. Annaðhvørt syndajáttanin er gjørd í einrúmi ella fyri øðrum, so eigur hon at vera falsleys og av heilum huga. Eingin eigur at verða noyddur til tess. Játtanin má ikki gerast linliga ella í líkasælu. Ei heldur má hon noyðast burtur úr teimum, sum ikki hava greiða fatan av, hvussu andstyggilig syndin er. Tann syndajáttan, sum kemur innast úr hjartanum, finnur leiðina til hin æviga miskunnsama Gud. Sálmaskaldið sigur: "Nær er Harrin teimum staddur, ið hava sundurbrotið hjarta."Sálm. 34,19.

Sonn játtan er altíð serstøk og viðgongur ítøkiligar syndir. Summar eiga bert at verða játtaðar fyri Gudi. Aðrar eiga at verða játtaðar fyri menniskjum, ið ein hevur gjørt órætt ella skaðað. Ella tær kunnu vera av almennum slagi. Hesar eiga so at verða játtaðar alment. Øll játtan má vera beinrakin og halda seg til evnið, so ein játtar júst tær syndir, sum ein hevur gjørt seg sekan í.

Á døgum Sámuels viku ísraelsmenn burtur frá Gudi. Teir máttu líða fyri syndir sínar, tí teir høvdu mist trúnna á Gud. Teir skiltu ikki longur mátt hansara og vísdóm til at leiða fólkið. Teir høvdu mist álitið á hansara evnir til at verja og hevda sína sak. Teir vendu sær burtur frá alheims drotti og ynsktu sær eina líknandi stjórn, sum tjóðirnar runt teir høvdu. Eftir hetta funnu teir ikki frið, fyrr enn teir góvu hesa týðiligu játtan, at "vit hava lagt aftur at øllum syndum okkara hesa misgerð at biðja um kong." 1. Sam. 12,19. Teir máttu játta júst ta synd, ið teir høvdu gjørt seg sekan í. Teirra ótakksemi nívdi teir og skilti teir frá Gudi.

Syndajáttan kann ikki góðtakast av Gudi uttan sanna ihran og umvending. Avgerandi broytingar mugu koma í lívinum. Alt, sum er ímóti vilja Guds, má leggjast av. Tað svitast ikki, at slík broyting leiðir til sanna sorg yvir syndina. Tað, sum vit eiga at gera, er lagt týðiliga fram fyri okkum: "Tváið tykkum, reinsið tykkum og fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón míni; ... Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjápið neyðstøddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar." Jes. 1,16-17. Tá ið tann gudleysi ”letur tað veðsetta frá sær aftur, endurgeldur tað, sum hann hevur rænt, og fer eftir lívsins lógum, so at hann ikki meira fremur órætt, hann skal lívi halda og ikki doyggja." Ez. 33,15. Paulus sigur soleiðis um umvending:" Tí at, sí hetta sama, at tit fingu sorg eftir Guds sinnalagi, hvussu stóran áhuga virkaði tað ikki hjá tykkum, ja vørn, ja gremjan, ja ótta, ja longsil, ja íðinskap, ja revsing! Á ein og hvønn hátt hava tit nú sýnt, at tit vóru sakleysir í hesi søk." 2. Kor. 7,11.

Syndin ger lógbrótaran dólskan, so hann ikki sær skeivleikarnar í sínum lyndishátti. Hann skilur ikki, hvussu stóra synd hann hevur gjørt. Um hann ikki gevur eftir fyri kraft og sannføring Heilaga Andans, vil hann framhaldandi vera meira ella minni blindur fyri synd síni. Syndajáttan verður ikki av hjarta og í álvara. Hvørja ferð hann viðgongur at hava gjørt nakað skeivt, leggur hann eina umbering aftrat fyri at pynta um sín atburð. Hann sigur, at hevði tað ikki verið fyri ávísar umstøður, so hevði hann ikki havt gjørt hetta ella hatta, sum hann nú verður átalaður fyri.

Tá Adam og Eva høvdu etið av forbodnu fruktini, skammaðust tey og vóru bangin. Fyrsta hugsan teirra var, hvussu tey kundu umbera sína synd og sleppa undan tí ræðuliga deyðadóminum. Tá ið Gud spurdi tey viðvíkjandi synd teirra, royndi Adam lutvíst at geva Gudi skyldina og lutvíst konu síni. Hann svaraði: "Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át." Kvinnan gav orminum skyldina og segði: "Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át!" 1.Mós. 3,12-13. Hví skapaði tú slanguna? Hví loyvdi tú henni at koma inn í Eden? Hesir spurningar liggja í svari hennara sum ein umbering fyri syndina. Soleiðis gav hon Gudi ábyrgdina fyri sínum falli. Hetta lyndi at rættvísgera seg sjálvan hevur sín uppruna hjá faðir lygnanna, og tað hevur síðani víst seg hjá øllum Adams synum og døtrum. Hetta slag av syndajáttan er ikki av Anda Guds og verður ikki góðtikið av Gudi. Sonn iðran vil fáa eitt menniskja til sjálvt at bera sína skuld og at játta hana uttan undanførslu og kávalæti. Eins og hin neyðars tollarin, sum enn ikki vildi hevja eygu síni upp móti himli, vil tað rópa: "Gud náði meg syndara." Luk. 18,13. Og tey, sum játta synd sína, verða rættvísgjørd, tí Jesus vil bera fram sítt blóð sum bót fyri hvørt iðrandi menniskja.

Dømini í Guds orði um sanna iðran og eyðmýkt vísa ein fúsleika til játtan, sum ikki gevur rúm fyri umbering fyri syndina ella royndum at rættvísgera seg sjálvan. Paulus royndi ikki at umbera seg. Hann lýsir sína synd við daprastu litum, og uttan at gera nakra roynd at gera skuld sína minni enn hon var. Hann sigur: "Eg koyrdi mong av hinum heilagu í fangahús, tá ið eg hevði fingið fullmakt frá høvuðsprestunum at gera tað; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína atkvøðu til tess; og víða um í øllum samkomuhúsum revsaði eg tey tíðum og noyddi tey at spotta; og eg var so út av lagi óður móti teimum, at eg elti tey líka til bygdirnar uttanlands." Áp. 26,10-11. Víðari sigur hann: "Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur." 1. Tim. 1,15.

Tað eyðmjúka, sundurbrotna hjartað, sum av sonnum angrar, vil síggja nakað av Guds kærleika og Jesu líðingum á krossinum. Tann, sum av sonnum angrar, vil bera allar sínar syndir fram fyri Gud á sama hátt sum sonur, ið játtar syndir fyri faðir sínum, sum elskar hann. Og skrivað stendur: "Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi." 1. Jóh. 1,9