Vegurin til Kristus kapitel 6. Fra side 53 | tilbage |
So við og við sum Heilagi Andin vekir tína samvitsku, vilt tú í ein ávísan mun síggja, hvussu andstyggilig syndin er. Tú vamlast við hana og hennara óndskap, pínu og mátt. Tú merkir, hvussu syndin hevur skilt teg frá Gudi, og at tú ert í trældómi og í valdi hins illa. Jú meira tú stríðist fyri at gera teg leysan, jú meira sært tú títt hjálparloysi. Tínar ætlanir hava ikki altíð verið reinar, og tað er hjarta títt heldur ikki. Tú sært, at eginkærleiki hevur verið í lívi tínum, og tær leingist eftir fyrigeving, at verða reinsaður og fáa frælsi. Hvussu kann man verða sáttur við Gud og koma at líkjast honum meira? Tær tørvar frið - at merkja Guds fyrigeving, frið og kærleika. Hesin friður kann ikki keypast fyri pening. Klókskapur ella vísdómur kunnu ikki fáa hann til vega, ej heldur tínar egnu royndir. Men Gud býður tær hann sum gávu, uttan silvur, uttan samsýning. Jes. 55,1. Friðurin stendur tær í boði, um tú bert rættir út hondina og tekur ímóti honum. Gud sigur: "Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull." "Eg gevi tykkum nýtt hjarta og leggi nýggjan anda tykkum í bróst." Jes. 1,18; Ez. 36,26. Tú hevur játtað syndir tínar og av hjarta lagt tær av. Tú hevur sett tær fyri at geva teg yvir til Gud. Far tá til hansara og bið hann um at tváa burtur syndir tínar og geva tær eitt nýtt hjarta. Trúgv so, at hann ger tað, av tí at hann hevur lovað tað. Hetta er tað, Jesus lærdi, tá ið hann var her á jørðini. Tann gáva, sum Gud hevur lovað, er okkara, tá ið vit trúgva, at vit fáa hana. Jesus grøddi sjúkur fólksins, tá ið tey trúðu á hansara megi. Hann hjálpti teimum við tí, sum tey kundu síggja, og gav teimum soleiðis álit til sín um tað, sum tey ikki kundu síggja. Hetta gjørdi, at tey eisini trúðu á mátt og megi hansara til at fyrigeva syndir. Jesus segði hetta týðiliga, tá ið hann grøddi tann giktsjúka mannin: "Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir, tá sigur hann við hin giktsjúka: - Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!" Matt. 9,6. Jóhannes sigur soleiðis um Jesu undurverk: "Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guds, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara." Jóh. 20,31. Vit læra, hvussu vit skulu trúgva á Jesus og fáa syndafyrigeving, av teimum einføldu frásagnunum um, hvussu hann grøddi tey sjúku. Eitt dømi er sjúki maðurin við Betesda hylin. Hesin neyðars maður var púra hjálparleysur og hevði ikki kunnað brúkt limir sínar í 38 ár. Men Jesus segði við hann:"Reis teg upp, tak song tína og gakk." Jóh. 5,8. Tann sjúki kundi sagt: "Harri, um tú vilt grøða meg, vil eg lýða tíni boð." Men nej, hann trúði tí, sum Jesus segði. Hann trúði, at hann var grøddur, og hann gjørdi beinanvegin eftir boðum Frelsarans. Hann setti sær fyri at ganga, og hann gekk. Hann var Kristi boðum lýðin, og Gud gav honum styrki. Hann var vorðin frískur. Sum syndari ert tú í eini líknandi støðu. Tú kanst ikki bøta fyri fyrru syndir tínar, tú kanst ikki broyta títt hjarta og gera teg sjálvan heilagan. Men Gud lovar at gera alt hetta fyri teg við Kristi hjálp. Tú trýrt hesum lyfti, tú játtar tínar syndir og gevur teg sjálvan til Gud. Tú vilt tæna honum. Og líka so vist, sum tú gert hetta, so vil Gud gera eftir orði sínum. Um tú trýrt fyrijáttanini - at tú hevur fingið fyrigeving og ert vorðin reinsaður - so ger Gud hetta til veruleika. Tú verður grøddur, eins og Jesus gav hinum giktsjúka manninum megina til at ganga aftur, tá ið hann trúði, at hann varð grøddur. Tað er soleiðis, um tú trýrt tí. Bíða ikki til tú hevur kensluna av, at tú ert grøddur, men sig: "Eg trúgvi tí, sum er hent, ikki tí at eg havi kensluna av tí, men tí at Gud hevur lovað tað:' Jesus sigur: "Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri." Mark. 11,24. Til hetta lyfti eru knýttar treytir, nevniliga at vil biðja í samsvari við Guds vilja. Men vilji hansara er at reinsa okkum frá synd, gera okkum til Guds børn og gera okkum før fyri at liva eitt heilagt lív. Tí kunnu vil biðja um hesar signingar og trúgva, at vit fáa tær, og takka Gudi fyri, at vit hava fingið tær. Tað er okkara framíhjárættur at kunna koma til Jesus, verða reinsað og standa fyri lógini uttan skomm ella samvitskubit. "So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi." Róm. 8,1. Eftir hetta eru tit ikki longur tykkara egnu, tit eru dýrt keypt. Tit eru ikki leyskeypt við "forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, ... men við dýrmæta blóði Krists sum einum lýtaleysum og meinaleysum lambi." 1. Pæt. 1,18-19. Tú ert farin at trúgva á Gud, og gjøgnum hesa einføldu gerð hevur Heilagi Andin endurføtt hjarta títt. Tú ert eitt barn, sum er føtt inn í Guds familju, og hann elskar teg, sum hann elskar son sín. Tá ið tú nú hevur givið teg í Jesu hendur, vend tær so ikki aftur frá honum, men sig hvønn dag: "Eg hoyri Kristusi til, eg havi givið meg í hansara hendur." Bið Gud um at geva tær sín Heilaga Anda og varðveita teg í síni náði. Eins og tú gjørdist Guds barn við at geva teg í hansara hendur og trúgva á hann, soleiðis eigur tú at liva í Kristusi. Ápostulin sigur: "Líkasum tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum." Kol. 2,6. Summi tykjast hugsa, at tey eiga at verða roynd og prógva teirra umvending fyri Harranum, áðrenn tey kunnu vænta sær at fáa hansara signing. Men tey kunnu taka ímóti Guds signing longu nú. Tey mega fáa Guds náði og Kristi Anda at hjálpa sær í veikleika teirra, annars kunnu tey ikki standa ímóti tí ónda. Jesus ynskir, at vit skulu koma til hansara, júst sum vil eru: syndug, hjálparleys og við stórum tørvi á honum. Vit mega koma við øllum okkara veikleikum, dáragerðum og syndum, og í iðran kasta okkum niður fyri hansara føtur. Tað er heiður hansara at taka okkum í sín kærleiksfulla favn, binda um sár okkara og reinsa okkum frá allari óreinsku. Fólk í túsundatali fara skeiv á hesum øki. Tey trúgva ikki, at Kristus fyrigevur teimum persónliga. Tey taka ikki Gud upp á orðið. Men øll, sum gera eftir treytunum, hava tann framíhjárætt at vita, at Gud í síni náði hevur fyrigivið hvørja einastu synd. Rek ta hugsan burtur, at Guds fyrijáttanir ikki hoyra tær til. Tær hoyra hvørjum syndara til, sum angrar. Vit fáa styrki og náði gjøgnum Kristus, og tænandi einglar koma við hesum til hvørja einastu trúgvandi sál. Eingin er so syndigur, at hann ikki kann fáa styrki, reinleika og rættvísi í Jesusi, sum doyði fyri hann. Kristusi leingist eftir at taka burtur tey syndadálkaðu pløggini og lata menniskju í sín hvíta rættvísis klædning. Hann bjóðar teimum til at liva og ikki til at doyggja. Gud fer ikki við okkum, sum deyðilig menniskju fara við hvørjum øðrum. Hansara tankar eru fullir av miskunnsemi, kærleika og inniligari samkenslu. Hann sigur: "Hin gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guds várs, tí at hann fyrigevur ríkiliga." ... "Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir." Jes. 55,7; 44,22. Tí at eg havi onga gleði av deyða syndarans, sigur Harrin. Ez. 18,32. Satan stendur og bíðar eftir at taka okkara dýrabaru fullvissu frá okkum. Hann ynskir at taka hvønn vónarneista og hvørja ljósglæmu frá tær, men tað mást tú ikki loyva honum at gera. Lurta ikki eftir freistaranum, men sig: Jesus doyði, fyri at eg skal liva. Hann elskar meg og vil ikki, at eg skal glatast. Eg havi ein miskunnsaman faðir í himli, og hóast eg havi vrakað kærleika hansara og oyðslað burtur tær signingar, hann hevur givið mær, vil eg reisa meg og fara til faðir mín og siga við hann. ... Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum. Líknilsið um burturvilsta sonin sigur frá, hvussu tikið verður ímóti honum: Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann. Luk. 15,18-20. Men sjálvt hetta líknilsi, so hugtakandi tað enn er, kann ikki til fulnar siga frá tí óendaliga miskunnsemi, sum okkara himmalski faðir hevur. Harrin sigur við profetinum: "Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leiddur av miskunn míni." Jer. 31,3. Meðan syndarin enn er langt burtur frá faðirhúsinum og oyðir burtur ognir sínar í fremmandum landi, leingist faðirinum í hjarta sínum eftir honum. Hvør longsul, sum vekist í sinninum um at venda aftur til Gud, er Andans blíða kallan, ið roynir at yvirtala, áminna og draga tann burturvilsta heim aftur til faðirins kærleiksfulla hjarta. Við Bíbliunnar ríku lyftum fyri eyga - kanst tú so ivast? Kanst tú trúgva, at tá hinum arma syndaranum leingist eftir at venda heim aftur og leggja syndir sínar av, so vil Harrin vera strangur og forða honum at koma til sín? Burtur við einari slíkari hugsan! Einki kann skaða teg meira enn at hugsa soleiðis um tín himmalska faðir. Hann hatar synd, men elskar syndaran. Og í Kristusi gav hann seg sjálvan fyri at øll, sum vilja, kunnu verða frelst og fáa æviga sælu í Guds dýrdarríki. Kundi hann havt nýtt eymari og kraftmiklari orð fyri at siga frá kærleika sínum til okkara, enn tey, sum hann valdi? Hann sigur:"Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg." Jes. 49,15. Lít upp, tú, sum ivast og skelvir, tí Jesus livir og stígur fram fyri faðirin í okkara stað. Takka Gudi fyri, at hann gav sín kæra son. Bið um, at hann ikki má vera deyður til einkis fyri teg. Andin kallar á teg í dag. Kom við heilum huga til Jesus, so fært tú vissuliga hansara signingar. Tá ið tú lesur hansara fyrijáttanir, so minst til at tær siga frá ósigandi kærleika og miskunn. Æviga, kærleiksfulla hjartað er vent ímóti syndarum við markleysari samkenslu: "Vit hava endurloysingina ... við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara." Ef. 1,7. Ja, lít bert á, at Gud er hjálpari tín. Hann ynskir at endurnýggja mynd sína í menniskjanum. Tá ið tú kemur til hansara við syndajáttan og iðran, vil hann koma nær til tín við miskunnsemi og fyrigeving. |