Vegurin til Kristus kapitel 8. Fra side 71tilbage

Kristin vøkstur

Tá vit verða Guds børn, kemur ein broyting í hjartað, sum í Bíbliuni verður nevnd føðing. Hon er eisini líknað saman við tað góða sáðið, sum spírar á akrinum. Á líknandi hátt mega tey nýumvendu sum "nýfødd børn" "vaksa upp" og búnast til menn og kvinnur í Kristi Jesusi. 1. Pæt. 2,2; Ef. 4,15. Tey skulu vaksa og bera ávøkst eins og tað góða sáðið, sum verður sáað á akrinum. Jesaja sigur, at tey skulu kallast "rættlætis eikir ... av Harranum settar niður honum til heiðurs.” Jes. 61,3. Soleiðis verða myndir úr náttúruni brúktar til at hjálpa okkum, so vit betri kunnu fata loyndarfullu sannleikarnar um tað andaliga lívið.

Allur vísdómur og dugnaskapur, sum menniskjað hevur, kann ikki kveikja lív í hin minsta smálutin í náttúruni. Einans lív frá Gudi sjálvum kann gera, at plantur og dýr kunnu liva. Á sama hátt er tað bert Gud, sum kann gróðurseta tað andaliga lívið í mannahjørtuni. Eingin kann fáa lut í lívinum, sum Kristus vil geva honum, “uttan hann verður føddur av nýggjum." Jóh. 3,3.

Gud gevur lív, og hann gevur eisini vøkstur. Gud letur blómuknoppin búnast og verða til blómu, sum síðani verður til frukt. Tað er við hansara mátti, at sáðkornið búnast, "fyrst nálir, síðani aks og síðani fult korn í aksinum." Mark. 4,28. Og profeturin Hósea sigur um Ísrael, at "eins og liljur skal hann blóma." Tey skulu "dyrka korn og blóma sum vínviður." Hós. 14,6-8. Jesus sigur: "Gevið gætur eftir liljunum, hvussu tær vaksa." Luk. 12,27. Plantur og blómur vaksa ikki av síni egnu umsorgan, stremban ella stríði, men av at taka ímóti tí, sum Gud veitir teimum. Soleiðis verður teimum lív lagað. Barnið kann ikki gera seg størri, enn tað er, við síni egnu stremban ella styrki. Tú kanst eins lítið skapa andaligan vøkstur við egnari stremban og megi. Plantan og barnið vaksa við at fáa tað úr umhvørvinum, sum er neyðugt fyri at halda lív í teimum - fríska luft, sólarljós og føðslu. Tað, sum náttúrunnar gávur eru fyri djór og urtir, er Kristus fyri tey, sum líta á hann. Hann er teimum "ævigt ljós," ... “sól og skjøldur.” Jes. 60,19; Sálm. 84,12. Hann man "vera Ísrael sum døggin". Hann man falla "sum døgg á grasið." Hós.14,6; Sálm. 72,6. Hann er tað livandi vatnið, Guds breyð, "sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív." Jóh. 6,33.

Gud gav sín egna son, og við hesi framúr góðu gávu hevur hann fylt heimin við síni náði. Hetta er líka veruligt sum tann luftin, ið liggur um klótuna. Øll, sum velja at anda hesa lívgevandi luft, fara at liva og búnast til fullvaksin andalig menniskju í Jesusi Kristi.

Blómurnar venda sær móti sólini, so ljósið frá henni kann geva teimum fullkomnan vakurleika og skap. Soleiðis mega vit eisini venda okkum móti rættvísis sólini, so at ljós Guds kann lýsa á okkum og menna okkara lyndi, so vit líkjast Jesusi.

Jesus lærir okkum hetta, tá ið hann sigur: "Verðið í mær, so verði eg eisini í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan at tit verða í mær... Tí at uttan meg kunnu tit als einki gera." Jóh. 15,4-5. Tú kanst eins lítið liva eitt heilagt lív uttan Kristus, sum greinin kann vaksa og bera ávøkst uttan at verða verandi á trænum. Tað merkir, at uttan hann hevur tú ikki andaliga lívið í tær. Tú hevur ongan mátt til at standa ímóti freistingum ella vaksa í náði og heilagleika. Men tá ið tú verður verandi í honum, kanst tú bæði blóma og trívast. Tekur tú føðslu frá honum, følnar tú ikki ella ert uttan ávøkst. Tú verður sum træið, sum er plantað við løkir við rennandi vatni.

Mong halda, at tey sjálv mugu gera ein part av arbeiðinum. Tey litu á Jesus fyri at fáa syndafyrigeving, men nú royna tey at liva eitt rættvíst lív sjálv uttan hjálp. Men allar slíkar royndir fara at miseydnast. Jesus sigur: "Uttan meg kunnu tit als einki gera." Okkara vøkstur í náðini, okkara gleði og hvat gott vit so kunnu gera, er grundað á sambandið við Kristus. Tá vit hava samband við hann hvønn dag og hvørja stund - og verað verandi í honum - so vilja vit vaksa í náðini. Hann er ikki bara byrjan trúarinnar, men eisini tann, sum fullførir hana. Kristus er fyrstur, síðstur og til allar tíðir. Hann má vera við okkum í byrjanini á leiðini og í endanum, men eisini fyri hvørt fótafet. Dávid segði, at hann altíð hevði Harran fyri eyga. "Við honum til høgru handar ... eg fastur standi." Sálm. 16,8.

Tú spyrt kanska: Hvussu kann eg vera verandi í Kristusi? Á sama hátt sum tú tókst ímóti honum í fyrstuni. "Líkasum tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum." "Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv." Kol. 2,6; Hebr. 10,38. Tú gavst teg fult og heilt í Guds hendur fyri at tæna honum og vera honum lýðin. Tú tókst ímóti honum sum tínum Frelsara. Tú kundi ikki sjálvur gera bót fyri tínar syndir ella broyta títt hjarta. Men tá ið tú hevði givið teg yvir til Gud, tá trúði tú, at hann fyri Kristi skuld gjørdi alt hetta fyri teg. Við trúgv gjørdist tú Kristi ogn, og við trúgv eigur tú at vaksa upp til hansara - við at geva og taka ímóti. Tú mást geva alt: títt hjarta, tín vilja og tænastu. Tú mást geva teg yvir til hansara fyri at kunna lýða øll boð hansara. Og tú mást taka ímóti øllum: taka ímóti Kristusi og hansara fullu signing, so hann kann búgva í tínum hjarta og vera tín styrki, tín rættvísi og ævigi hjálpari. Soleiðis kanst tú fáa megi til altíð at vera honum lýðin.

Tú mást halga teg til Gud á hvørjum morgni. Lat tað vera tað fyrsta, tú gert, og lat tína bøn vera: "Tak meg, Harri, at eg má vera barn títt, heilt og fult. Tað, sum eg havi í huga at gera, leggi eg í tínar hendur. Brúka meg í dag í tíni tænastu. Verð hjá mær og lat øll verk míni vera í samljóð við tín vilja.” Ger hetta dagliga. Halga teg til Gud á hvørjum morgni fyri dagin. Legg allar ætlanir í hansara hendur og lat hansara forsjón gera av, um tær skulu útinnast ella ikki. Soleiðis kanst tú hvønn dag geva títt lív í Guds hond, og soleiðis verður tað meira og meira líkt Kristi lívi.

Lívið í Kristi er friðsælt. Tú merkir kanska ikki altíð tær sterku kenslurnar, men tú eigur altíð at hava eitt støðugt og friðsælt treysti á Gud. Tín vón er ikki grundfest í tær sjálvum, men í Jesusi. Veikleiki tín er sameindur við hansara styrki, títt óskynsemi við hansara vísdóm og títt máttloysi við hansara megi. Tí mást tú ikki hyggja at tær sjálvum ella lata tankarnar dvølja við teg sjálvan, men hyggja á Kristus. Hygg at hansara kærleika og vakra, fullkomna lyndi. Hansara ósjálvsøkni, reinleiki, heilagleiki og ómetaligi kærleiki er tað evni, ið mannasálin eigur at hugsa nógv um. Tá vit elska hann, gera sum hann og líta á hann, umbroytast vit so við og við til at verað honum meira lík.

Jesus sigur: "Verðið í mær." Hesi orð goyma í sær hvíld, fastleika og álit. Aftur sigur hann: "Komið higar til mín... og eg vil veita tykkum hvílu." Matt. 11,28. Sálmaskaldið sigur: "Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða."Og Jesaja vitnar, at ”í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera." Sálm. 37,7; Jes. 30,15. Henda hvíld er ikki at finna í yrkisloysi, tí í boði Frelsarans er lyftið um hvíld knýtt at kalli hansara til at arbeiða: "Takið upp á tykkum ok mítt ... og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara." Matt. 11,29. Tann, sum í hjarta sínum hvílir fullkomiliga í Kristusi, er tann ídnasti og mest virksami í hansara verki.

Tá vit lata tankarnar mala um okkum sjálv, vendast teir burtur frá Kristusi, ið er keldan til lív og megi. Tí roynir Satan altið at beina hugin burtur frá Frelsaranum og soleiðis forða fyri, at mannasálin hevur samband og samveru við Kristus. Freistarin roynir at leiða tankarnar til heimsins stuttleikar, lívsins ótta, sorg og sút, til mistøk hjá øðrum ella tíni egnu mistøk og ófullkomileika. Lat teg ikki villleiða av hansara svikaraðum. Hann fær alt ov ofta mong, sum av sonnum eru samvitskufull og royna at liva nær Gudi, til at festa seg ov mikið við síni egnu mistøk og veikleikar. Og við soleiðis at skilja tey frá Kristusi, vónar hann at vinna sigur á teimum. Vit eiga ikki at lata alt snúgva seg um okkum sjálv ella stúra og óttast viðvíkjandi okkara egnu frelsu. Alt slíkt leiðir mannasálina burtur frá kelduni, sum er okkara styrki.

Lat Gud hava umsorgan fyri tær og lít á hann. Lat talu og hugsan tína snúgva seg um Jesus, og lat hann koma framum teg sjálvan. Kasta frá tær allan iva og halt uppat at óttast. Sig sum ápostulin Paulus: "Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað, sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guds son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg." Gal. 2,20. Hvíl i Gudi. Hann hevur mátt til at varðveita tað, sum tú hevur litið honum til. Um tú gevur teg í hansara hendur, so er hann mentur til at lata teg meira enn sigra við honum, hann sum hevur elskað teg.

Tá ið Kristus tók á seg náttúru menniskjans, bant hann mannaættina til sín við einum kærleiksbandi, sum ikki kann slítast av nøkrum øðrum enn av menniskjans egna vali. Við sínum freistingum roynir Satan áhaldandi at tøla og lokka okkum til at slíta hetta band og at velja tað, sum skilur okkum frá Kristi. Tí mega vit vakja og biðja og strevast álvarsliga, so at einki kann fáa okkum til at velja nakran annan harra enn Kristus. Tað stendur okkum altíð frítt at velja. Men lat okkum hava eyguni fest á Jesus, so hann kann varðveita okkum. Vit eru trygg, meðan vit hyggja upp á hann, og eingin kann tá ríva okkum úr hansara hond. Við støðugt at hyggja á hann, broytast vit "til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans." 2. Kor. 3,18.

Á henda hátt gjørdust fyrstu lærusveinarnir líkir sínum kæra Frelsara. Tá teir hoyrdu Jesu orð, skiltu teir, at teimum tørvaðu hann. Teir leitaðu, teir funnu og teir fylgdu honum. Teir vóru saman við honum heima við hús, til borðs, í loynikamarinum og úti á markini. Teir vóru saman við honum sum næmingar við lærara sínum, og fingu hvønn dag undirvísing av varrum hansara um Guds heilaga sannleika. Teir litu á hann sum tænarar líta á meistara sín fyri at læra sínar skyldur. Hesir lærusveinar vóru menn, sum vóru undir somu korum sum vit. Teir høvdu sama stríð ímóti syndini sum vit, og teimum tørvaðu ta somu náði sum vit fyri at liva eitt heilagt lív.

Enntá Jóhannes, elskaði lærusveinurin, sum var mest líkur Frelsaranum og eina best endurspeglaði mynd hansara, hevði ikki frá náttúrunnar hond hetta elskuliga lyndi. Nei, umframt at vera tvørur og ærusjúkur var hann eisini bráðsintur og hevnisamur, tá ið órættur varð gjørdur móti honum. Men tá ið hann sá Jesu lyndi, sá hann, hvat ið vantaði í hjá sær av broytingum, og hann gjørdist sera lítillátin. Hann sá styrkina og tolið, máttin og mildleikan, hátignina og spaklyndið í dagliga lívinum hjá Guds soni. Og hetta fylti hansara sinni við undran og kærleika. Hvønn dag varð hjarta hansara drigið nærri at Jesusi, til hann misti seg sjálvan burtur av kærleika til Meistaran. Hitt hevnisama og ærusjúka sinnalagið broyttist av Kristi ávirkan. Heilagi Andin endurføddi hansara hjarta, og Kristi kærleiksmegi broytti hansara lyndi. Hetta er altíð úrslitið av felagsskapi við Jesus. Tá ið hann býr í hjartanum, broytist øll okkara náttúra. Kristi Andi og kærleiki ger hjartað milt fær tamarhald á sinninum og lyftir tankar og ynskir upp eftir til Gud og himmalin.

Tá Kristus steig upp til himmals, høvdu lærusveinar hansara enn eina kenslu av hansara nærveru. Tað kendist sum var hann persónliga hjástaddur, fullur av kærleika og ljósi. Jesus - Frelsarin - hevði gingið, talað og biðið saman við teimum og við orðum sínum fylt teirra hjarta við vón og troyst. Hann varð tikin upp til himmalin, meðan friðarorðini enn ljóðaðu frá hansara varrum. Ljóðið av rødd hansara kom aftur til teirra, í tí at einglaskarin tók ímóti honum:"Sí eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda." Matt. 28,20. Hann fór upp til himmals í mannalíki. Teir vistu, at hann stóð framman fyri Guds trónu og enn var teirra vinur og Frelsari, at samkensla hansara var óbroytt, og at hann framvegis var sameindur við líðandi mannaættina. Hann legði fram fyri Gud virðið av sínum egna dýrabara blóði, og sýndi fram sárini á hondum og fótum sínum, sum mintu á, hvussu dýrt hann hevði keypt síni endurloystu. Teir vistu, at hann var farin upp til himmalin at gera teimum stað til reiðar, og at hann fór at koma aftur at taka teir til sín.

Tá ið teir komu saman aftan á himmalsferð hansara, løgdu teir fúsir sínar bønir fram fyri faðirin í Jesu navni. Teir boygdu høvdið í hátíðarligari bøn og endurtóku Jesu lyfti: "Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. ... Biðið og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin." Jóh. 16,23-24. Teir rættu trúarinnar hond hægri og hægri upp, tí teir vistu, at "Kristus Jesus er tann sum deyður er og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guds, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum." Róm. 8,34. Og á hvítusunnu kom talsmaðurin til teirra. Kristus hevði sagt: "Hann skal verða hjá tykkum allar ævir." Og "tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur, skal eg senda hann til tykkara." Jóh. 14,16; 16,7.

Eftir ta tíð vildi Kristus við Anda sínum støðugt búgva í hjørtunum hjá børnum sínum. Teirra samband við hann var inniligari, enn tá hann sjálvur var hjá teimum. Kristus búði í teimum, og hansara kærleiksljós og megi lýsti ígjøgnum teir, so at tey, sum sóu teir, undraðust. "Og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi." Áp. 4,13.

Alt tað, sum Kristus var fyri sínar fyrstu lærusveinar, vil hann eisini vera fyri børn síni nú á døgum. Í seinastu bøn síni, sum hann bað, tá fámentur hópur av lærusveinum var um hann, segði hann: "Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg." Jóh. 17,20.

Jesus bað fyri okkum, og hann bað um, at vit máttu vera sameind við hann, eins og hann og faðirin eru eitt. Vissuliga ein undurfull sameining! Frelsarin hevur sagt um seg sjálvan, at “Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum." "Faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar." Jóh. 5,19; 14,10. Tá ið Kristus býr í okkara hjørtum, vil hann virka í okkum "bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka." Fil. 2,13. Vit fara tá at arbeiða, sum hann arbeiddi og sýna sama anda. Og tá vit soleiðis elska hann og verða í honum, so skulu vit "í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus." Ef. 4,15.