Vegurin til Kristus kapitel 9. Fra side 81 | tilbage |
Ljósið, lívið og øll sonn gleði í alheiminum kemur frá Gudi. Signingar streyma frá honum út til alt, sum skapað er, eins og sólarljós og sum vatnstreymar frá eini livandi keldu. Og har sum lív Guds er í hjørtunum á menniskjum, vil tað streyma út til onnur við kærleika og signing. Tað var ein stór gleði fyri Frelsaran at lyfta upp og frelsa fallin menniskju. Hann helt ikki sítt egna lív vera ov dýrabart, men toldi krossin uttan at hugsa um vanvirðingina. Einglarnir arbeiða eisini alla tíðina fyri onnur og fyri at gleða tey. Hetta er teirra gleði. Sjálvgóð hjørtu halda tað vera vanærandi arbeiði at hjálpa lágt settum og ólukkudýrum, sum standa aftanfyri øll onnur í samfelagnum. Men júst hesi arbeiða teir syndafríu einglarnir fyri. Kristi kærleiksandi er ósjálvsøkin. Hesin andi ræður í himlinum og skapar sjálvt grundarlagið fyri eydnuni har. Kristi lærusveinar vilja verða fyltir av hesum anda, og tað vil síggjast í teirra verki. Kristi kærleiki í hjartanum er sum ein søtur angi, ið ikki kann fjalast. Øll, sum vit koma í samband við, vilja merkja hesa heilagu ávirkan. Kristi andi í hjartanum er sum ein kelda í oyðimørkini, sum rennur fyri at leska øll og fær tey, sum eru nær við at glatast, til at leingjast eftir at drekka av lívsins vatni. Kærleikin til Jesus vil vísa seg í ynskinum um at arbeiða á sama hátt, sum hann gjørdi, fyri at signa mannaættina og lyfta hana upp. Hesin kærleiki vil vekja samkenslu, eymleika og kærleika í okkum ímóti øllum teimum skapningum, sum okkara himmalski faðir hevur umsorgan fyri. Lív Frelsarans her á jørð var ikki merkt av leti og sjálvgóðsku. Álvarsliga og ótroyttiliga arbeiddi hann fyri at frelsa ta glataðu mannaættina. Frá krubbu til krossin spardi hann ikki seg sjálvan og royndi ikki at sleppa sær undan torførum uppgávum, møðsamum ferðum ella umsorgan og strævnum arbeiði. Hann segði: "Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong." Matt. 20,28. Hetta var hansara høvuðsendamál í lívinum. Alt annað hevði minni at týða. Tað var hansara matur og drekka at gera Guds vilja og fullføra hansara gerning. Hann kendi ikki til sjálvgóðsku og sjálvsøkin áhugamál. Tey, sum eiga lut í Kristi náði, vilja á sama hátt vera til reiðar at ofra hvat tað skal vera, fyri at onnur, sum hann eisini doyði fyri, kunnu fáa lut í tí himmalsku gávuni. Tey vilja gera alt, tey kunnu, fyri at teirra lív kann gera heimin betri. Hesin andi kemur altíð til sjóndar hjá tí, sum av sonnum er umvendur. So skjótt sum eitt menniskja kemur til Kristus, vil tað av hjarta ynskja at siga øðrum frá, hvønn vin tað hevur funnið í Jesusi. Tann frelsandi og heilaggerandi sannleikin kann ikki bert goymast í sinninum. Eru vit íklødd Kristi rættvísi og fylt við gleði í Heilaga Andanum, kunnu vit ikki tiga. Um vit hava smakkað og sæð, at Harrin er góður, hava vit nakað at siga øðrum. Vit vilja bjóða øðrum at koma til hansara, eins og Filip gjørdi, tá hann fann Frelsaran. Vit vilja royna at vísa teimum Kristi góða sinnalag, og at framtíðar heimurin er veruleiki. Okkara hægsta ynski verður at fylgja tí vegi, sum Jesus gekk. Og okkara djúpi longsul verður, at okkara medmenniskju skulu síggja "Guds lambið, sum ber synd heimsins." Jóh. 1,29. Og tá ið vit bera signingar til onnur, fáa vit eisini sjálv signingar aftur. Hetta var Guds endamál við at geva okkum eitt arbeiði at gera í síni frelsuætlan. Hann hevur givið menniskjum tann framíhjárætt at fáa lut í tí guddómligu nátturúni, og afturfyri mega tey bera signingar til síni medmenniskju. Hetta er tann hægsta æran og størsta gleðin, ið Gud kann geva menniskjum. Tey, ið soleiðis taka lut í hesi kærleikstænastu, koma sínum skapara nærmast. Gud hevði kunnað latið teir himmalsku einglarnar um at boða gleðiboðskapin og fullføra miskunnarverkið. Hann hevði kunnað brúkt aðrar mátar fyri at fullføra sína ætlan. Men í sínum æviga kærleika valdi hann at gera okkum til síni samstarvsfólk, saman við Kristusi og einglunum, so at vit kunnu fáa lut í signingini, gleðini og tí høga andaliga støðinum, sum henda ósjálvsøkna tænasta ber við sær. Vit fáa tætt samband við Kristus, tá vit taka lut í hansara líðingum. Hvør ósjálvsøkin gerð, sum kemur øðrum til góðar, styrkir góðgerðarandan í hjarta gevarans, og knýtir hann fastari til heimsins endurloysara, sum "fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir." 2. Kor. 8,9. Tað er bert, tá ið vit soleiðis uppfylla Guds ætlan við skapan okkara, at lívið kann gerast ein signing fyri okkum sjálv. Um tú vilt arbeiða eftir Kristi ætlan og vinna sálir til hansara, so vilt tú fáa eitt ynski um at læra meira um tað guddómliga. Tú vilt tá hungra og tysta eftir rættvísi. Tú vilt biðja inniliga til Gud um, at trúgv tín verður styrkt, so tú kanst fáa meira at drekka av frelsunnar keldu. Mótstøða og royndir, ið tú møtir, vilja eggja teg til bøn og at lesa í Skriftini. Tú vilt vaksa í náðini og fáa størri kunnleika um Kristus og ríkari lívsroyndir við Gudi. Ósjálvsøkið arbeiði fyri onnur gevur lyndinum dýpd, fastleika og kristiligt yndi, umframt frið og eydnu. Tú tráar eftir hægri málum, og einki pláss verður fyri leti og sjálvgóðsku. Tey, sum soleiðis venja seg í kristnum dygdum, vilja vaksa og gerast sterk í Guds verki. Tey fáa eina greiða fatan av tí andaliga, eina støðugt vaksandi trúgv og økta bønarmegi. Andi Guds virkar á tey og kveikir eitt heilagt samljóð í sinnið. Tey, sum halga seg til ósjálvsøkið arbeiði fyri at hjálpa øðrum, arbeiða vissuliga fyri síni egnu frelsu. Vit kunnu bert vaksa í náðini við at gera júst tann gerning, ið Kristus hevur litið okkum upp í hendur. Vit skulu eftir besta førimuni veita hjálp og signing til teirra, sum tørva okkara hjálp. Styrkin kemur av at arbeiða. Og virksemið er neyðug treyt fyri lívið. Tey, sum royna at vera kristin við einans at taka ímóti signingunum, sum koma við náðini, og einki útinna fyri Kristus, royna at liva av at eta uttan at arbeiða. Men tað førir altíð til veikleikar og afturgongd, bæði í tí andaliga og tímiliga heiminum. Tann, ið ikki vil brúka sínar limir, missir skjótt alla megi til at brúka teir. Á sama hátt vil tann kristni, sum ikki brúkar ta styrki, sum Gud hevur givið honum, ikki bara halda uppat at vaksa upp til Kristus, men vil eisini missa ta kraft, sum hann longu hevur fingið. Kristi samkoma er Guds útvalda amboð til menniskjans frelsu. Hon skal bera heiminum gleðiboðskapin. Henda skylda hvílir á øllum kristnum. Ein og hvør má brúka síni bestu evnir og hvørt høvi til at gera tað verk, sum Frelsarin hevur litið honum til. Kristi kærleiki, sum er opinberaður fyri okkum, setur okkum í skuld til øll, sum ikki kenna hann. Gud hevur givið okkum ljósið, fyri at vit skulu bera tað víðari til onnur, og ikki bert hava tað fyri okkum sjálv. Um tey, sum fylgja Kristusi eftir, vóru meira vakin og skiltu sínar skyldur rætt, høvdu fleiri túsund boðað gleðiboðskapin í heidnum londum, har nú bert ein trúboðari er. Øll tey, sum ikki sjálv kunnu taka lut í hesum verki, kunnu tó stuðla við ognum, áhuga og bønum sínum. Harafturat hevði tað eisini verið arbeitt við størri ágrýtni fyri fólkið í kristnu londunum. Okkum tørvar ikki at fara til heiðin lond fyri at tæna Kristusi - ella frá næsta skyldfólki okkara, um tað er har, at skylda okkara liggur. Vit kunnu arbeiða fyri hann í okkara egna heimi, í samkomuni og ímillum tey, sum vit eru saman við í tí dagliga. Størsta partin av ævi síni her á jørð arbeiddi Frelsarin tolin í einum timburverkstaði í Nasaret. Tænandi einglar fylgdu lívsins Harra, tá hann, ókendur og uttan at vera høgt í metum, gekk saman við bóndum og arbeiðsfólki. Hann var líka so trúfastur í sínum arbeiði sum handverkari, sum tá ið hann grøddi sjúk ella gekk á teimum ókyrru aldunum á Genesaretvatni. Vit kunnu ganga við Jesusi og virka fyri hann, eisini tá vit gera smáar skyldur. Ápostulin sigur: "Brøður, ein og hvør verði verandi hjá Gudi í tí standi, sum hann varð kallaður í!" 1. Kor. 7,24. Handilsmaðurin kann reka sín handil á ein slíkan hátt, at Meistari hansara verður hálovaður av hansara trúskapi. Gongur hann av sonnum í Kristi fótasporum, vil hann hava sína trúgv við í øllum, sum hann ger, og opinbera Kristi Anda fyri menniskjum. Handverkarin kann vera eitt íðið og trúfast umboð fyri hann, sum dagliga arbeiddi hart í sínum vanliga yrki millum heyggjarnar í Galileu. Ein og hvør, sum nevnir Kristi navn, eigur at arbeiða soleiðis, at onnur kunnu síggja góðu verk hansara og av hesum verða leidd til at æra skapara og endurloysara sín. Mong hava ikki brúkt síni evnir í Kristi tænastu, tí tey halda, at onnur hava betri evnir og fortreytir til tað. Nógv hava hildið, at bert tey, sum hava framúr góðar gávur, eiga at halga evnini í tænastu fyri Gud. Mong hava ta fatan, at góð evnir bara verða givin til ein útvaldan bólk, og at øll onnur av teirri grund ikki eru kallað til at taka lut í arbeiðinum ella at fáa lønina. Hetta er ikki tað, sum líknilsið um talentirnar lærir okkum. Tá húsbóndin kallaði á tænarar sínar, so gav hann teimum hvør sín gerning at gera. Vit kunnu gera lívsins smáu skyldur í einum kærleiksfullum anda "sum var tað fyri Harranum." Kol. 3,23. Um Guds kærleiki er í hjartanum, vil hann koma til sjóndar í lívinum. Andi Krists vil vera rundan um okkum, og okkara ávirkan vil verða til signingar fyri onnur og lyfta tey upp. Tú eigur ikki at bíða eftir einum serligum høvi ella vænta at fáa óvanlig evnir, áðrenn tú byrjar at arbeiða fyri Gud. Tær nýtist ikki at stúra fyri, hvat heimurin hugsar um teg. Um títt dagliga lív er ein vitnisburður um reinu trúgv tína, og onnur eru sannførd um, at tú vilt teimum bara alt gott, so hevur títt stríð ikki verið nyttuleyst. Tey mest lítillátaðu og fátækastu millum Jesu lærusveinar kunnu verða til signingar fyri onnur. Tey hugsa kanska ikki sjálv, at tey gera nakað serligt. Men teirra ótilvitaða ávirkan kann verða sum bylgjur av signingum, ið gerast breiðari og djúpari sum tíðin líður. Ávøkstin av hesi ávirkan koma tey kanska ikki at kenna fyrr enn á stóra roknskapardegnum. Tey vita seg ikki gera nakað stórvegis. Tað er ikki ætlanin, at tey skulu stúra fyri, um úrslitið verður nóg gott. Teimum nýtist bert í stillum trúskapi at gera tað verk, sum Gud í síni forsjón gevur teimum. So vil teirra lív verða til nyttu. Tey broytast meira og meira eftir Kristi mynd. Tey samstarva við Gud í hesum lívinum, og soleiðis verða tey fyrireikað til ein størri gerning og til fullkomna gleði í lívinum, sum er í vænti. |