Manuskript d. 00. december 1880

Tilbaká

Hvussu vit áttu at hildið jól og nýggjár

Hvussu vit áttu at hildið jól og nýggjár

"Farið út frá teimum, og verið fyri tykkum sjálvi," sigur Harrin. Og "nertið ikki við nakað, sum er dálkað, so skal eg taka ímóti tykkum og vera ein Faðir fyri tykkum", sigur Harrin, Hin Almáttugi.Tann, ið vil vera heimsins vinur, ger seg til Guds fígginda. Ják.4:4. Tá heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað MEG áðrenn tykkum. Vóru tit av heiminum, so hevði heimurin elskað sítt egna; men tí tit ikki eru av heiminum, hatar heimurin tykkum. .

Minst til orðið, sum eg havi sagt tykkum. "Tænarin er ikki størri enn Harri sín". Jóh. 15, 18-20. Her verður alt sagt fyri at vísa okkum, at vit skulu fara út úr heiminum, og hvussu vit noyðast at fara út úr heiminum og hvussu vit skulu koma og skilja okkum út frá heiminum, brøðrum og systrum og lata alla ávirkan vera á Harrans síðu. Eg kenni, at hettar hevur ævigan týdning. Satan kemur aftaná okkum øllum. Um hann fær teg at elska teg sjálvan, geva eftir fyri tí, sum tiltalar tykkum, gloyma at halda tykkum á trúarvegnum, so tæna tit honum. Hettar mugu tit ikki gera. Tá verða nøvn tykkara ikki at finna í Guds heri.

Takkardagurin verður hildin. (Dagurin kallast 'Thanksgiving' á enskum, ella 'takkargeving', sum er næstan sum jólaaftan hjá okkum) men hvussu fer hann at vera? Tað, ið eyðkennir hann, er veitslur og yvirflóð. Er tað ein dagur, har all gott er á borðinum og alt er fylt við góðum mati, dýrum vørum og lystimeti og við akslins kryddi til teg og tíni? Kristus segði, "Men tá tú heldur veitslu, bjóða so fátækum, kryplum, lamnum og blindum! Tá skalt tú vera sælur; tí tey eiga einki at geva tær afturfyri; men lønina fert tú at fáa, tá tey rættvísu rísa upp. Luk. 14:13,14. Missið ikki tamarhaldið í øllum hesum takkarveitslunum, sum verða hildnar soleiðis.

Offra tit til Gud hendan dagin, halda tit so ikki, at Gud fer at gleðast, tí tit hjálpa onkrum av tykkara jørðisku vinum? Steðga og hugsa um hettar og vitið, um tit ikki síggja, hvat tit eiga at gera og siga: "Eg fari at bera Gudi eina takkargávu fyri allar teir signingarnar, Hann hevur givið mær; fyri regnið, sum regnar, tá tað skal, fyri at sólin sær og fær fræ til at spíra og blíva til greinar og fyri búnu fruktirnar um heystið.

Hettar kann vera tann seinasta takkarveitslan, sum tit nakrantíð uppliva, har Gud fær tøkkina. Heldur enn at fylla okkum við øllum tí góða, sum lívið gevur, latið okkum so koma til Gud og geva Honum, hendan dagin, eina takkargávu fyri Hansara góða vinsemi, og geva Honum eina ektaða tøkk fyri dag Guds. Slepp allari illstøðu, øllum keðiligum kenslum, hugsa ongar óheilagar tankar, men savna tínar tankar um Gud.

Skjótt koma jólini. Hildið verður, at Jesus varð føddur 25. desember, og tí verður tann dagurin hildin sum føðigardagur Hansara. Men tað ber okkum ikki til at vita, hvønn dag, Hann varð føddur. Tit vita tað ikki, heldur enn børn Ísraels vistu, hvar Móses varð jarðaður. Orsøkin til, at Gud ikki hevur sagt hettar, er tí at tit so (bara) høvdu tilbiðið Hann hendan dagin eins og tey høvdu tilbiðið grøvina hjá Mósesi, um hon varð funnin, og tað var júst tað, tey gjørdu tann dagin, tey hildu, at Kristus varð føddur.

Øll royna at finna hóskandi gávur. Hjá familjuni er tað umráðandi, hvat er tað besta, tey kunnu geva. Tey hava givið okkurt hvørt ár. Hvat skal eg so geva børnunum í ár? Mammuni? Pápanum? Men hvar eru fátæku børnini hjá Frelsaranum? Tey standa beint uttanfyri tykkara dyr.

Hann fer at siga við tey vinstrumegin:"Tí Eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta: Eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka, Eg var fremmandur, og tit tóku tykkum ikki av mær. Eg var nakin ella sjúkur ella í fangahúsi, og tit lótu sum, at tit ikki sóu meg".

Tá fara tey eisini at svara og siga: "Harri! Nær sóu vit teg svangan ella tystan ella fremmandan ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki"? Tá fer Hann at svara teimum og siga: "Sanniliga sigi eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt fyri einum av teimum smæstu, hava tit heldur ikki gjørt fyri Meg". Matt.25:42-45.

Hví er tað soleiðis? Tað er, tí so nógv sjálvgóðska er. Jesus Kristus sá seg í líðandi, fátækum menniskjum, og tá vit gera góðar gerningar, gera vit teir fyri Kristus. Vit ynskja at síggja, hvussu mong okkara gera slíkar gerningar. Hvussu mong fara at halda jólini, sum tey eiga at verða hildin? Tey vælstandandi geva gávur til teirra vinir, men eru framvegis rík. Hvussu kann slík gáva so vera eitt offur? Hvat eiga vit at gera, sum gleðir Gud? Tað skal eg siga tykkum. Um tit vilja halda hendan dagin soleiðis, sum eigur at verða gjørt, so eiga tit at bjóða øllum teimum fátæku, sum treingja til, og tørvar teimum okkurt, so er tann tørvurin nøktaður.

Tá hettar so hendir, kom so og gev Harranum eitt offur, Við meg sjálva eisini sigi eg hettar. Kristus gjørdist fátækur fyri meg, so eg við Hansara fátækt kundi gerast rík. Við at offra seg sjálvan, hevur Jesus borið sína ómáldu gávu. Tá tað hendir, kom so og gev Harranum eina gávu. Tað verður sagt við meg: Kristus gjørdist fátækur fyri meg, so at eg - við fátækt Hansara - kundi gerast rík. Við at offra Seg Sjálvan hevur Jesus lagt Sína ómáldu gávu, so vit kunnu fáa hana.Tú kanst geva Jesusi eina gávu, so onnur, gjøgnum títt offur, kunnu fara í víngarðin at arbeiða, so tey, sum Jesus doyði fyri, kunnu fáa ta størstu gávuna.

Tað er ein ábyrgd, sum hvílir á hvørjum okkara, at vit síggja Kristus sum hin fyrsti, síðsti og besti í øllum. Besta offrið, vit kunnu geva Gudi, næst eftir okkum sjálvi, er okkara ognir. Jesus gav Seg sjálvan fult og heilt. Besta offrið, vit kunnu geva Gudi. Eg eri so fegin um, at vit hava eitt so dýrabart dømi í Bíbliuni.

Tá Jesus var føddur og Jósef og Maria komu í templið at gera tað, sum vanligt var, vóru tey fátæk og tey fingu ikki givið Gudi eitt stórt offur. Tey høvdu tvær turtildúvur við, sum lógin kravdi. Harrin hevur syrgt fyri teimum fátøku gjøgnum lógir, so at tey kunnu geva tvær turtildúvur, og tey góvu hetta lítisverda offrið fyri barnið Jesus, sum var Sonur hins livandi Guds.

Tá vit offra til Gud, hvat krevur Hann tá? Er tað eina stóra gávu? Lat meg siga tær, hvat Hann krevur; tað er eina gávu, sum svarar til, hvat eitt menniskja hevur, hóast tað kann vera rættiliga lítisvert. Gud fer at góðtaka hana eftir tí, sum tú hevur. Vit kunnu lata upp hjørtu okkara, annaðhvørt tað er ríkt ella fátækt.

Tá Maria kom, eg eri so takksom fyri, at hon bara kom við tveimum turtildúvum; so takksom, at eitt sovorðið offur til Guds varð móttikið afturfyri stóru gávuna til okkara. Eitt so lítið offur sum tvær turtildúvur! So lítisvert! Kortini er tað dýrabart í Guds eygum.

Men nú hevur Satan stýrt soleiðis, at offur okkara verða vend frá Gudi til okkum sjálvi, og soleiðis verða vit lyft upp íð staðin fyri Gud. Hin óndi hevur sett okkum millum skapningin og Skaparan, og soleiðis verða tey stóru offrini læst úti, samstundis sum tey smáu persónligu offrini flóta inn í skattkømur Harrans til at fíggja náði- og kærleiksverkið fyri heimin. Hann hevur vent tí til eina rás til at keypa leikur og smálutir, sum ikki gagna børnunum, og størri gávur til okkum sínámillum. Tað er virki Satans, at tað stóra bjargingararbeiðið kann steðgast, og Guds navn ikki verður ært, sum tað eigur at verða ært. .

Vit vilja ikki, at Guds ætlan skal liggja lamin, tí midlarnir mangla, sum eru neyðugir bæði til høgru hond og vinstru. Vit vilja, at tey smáu íkastini skulu koma í goymsluna. Latið ein og hvønn geva Gudi eitt offur. Halda tit ikki, at tað er at halda jól? Heldur tú ikki, at tað er tann besti mátin, heldur enn at gávurnar skulu enda í goymslunum hjá teimum ógudiligu?

Vit eru ikki líka takksom, sum vit áttu at verið, at vit fingu Guds Sonar gávu. Tá Jósef og Maria vóru í templinum, meðan roykurin steig upp av altarinum, fóru teirra bønir upp sum tøkk til Gud fyri tað, sum Hann hevði givið teimum, við einum offri, Hann fekk. Men hvussu er tað við okkum? Tá børnini koma til teirra føðingardagar, geva vit so Gudi eitt offur fyri Hansara góðsku og umsorgan fyri barninum til komandi ár? Er tað soleiðis, vit gera. Ella fara vit út og keypa eina gávu til barnið og við tí gera, at barnið gerst sjálvsøkið?

Hvussu mangan betri hevði tað ikki verið at lært børnini, at tey, á teirra føðingardegi, fóru til Gud við einum offri? At lært tey at lagt til síðis, so tey kundu givið tað til Guds verk, tá teirra føðingardagur kom, sum ein tøkk fyri Hansara náði hettar seinasta árið, og soleiðis mint tey á Gud.

Fyrr í tíðini var álagt foreldrum at læra børnini Guds ásetingar og boð, tá tey fóru upp og tá tey fóru niður, og tá tey gingu á vegnum. Tit mugu læra tey, hvat Gud hevur gjørt fyri tey, hvussu Gud hevur vart tey frá deyða, tá onnur falla fyri sjúku, og at Gud væntar, at tey minnast tey við einum offri, sum tey geva Honum. Hettar eiga vit at læra okkara børn, og sjálvi at vera fyridømi.

Satan arbeiðir alla tíðina við at fáa okkara tankar burtur frá Gudi og fáa okkum soleiðis, at vit hámeta og æra okkum sjálvi. Brøður og systrar, vit noyðast at broyta okkum í hesum. Tað er ein álvarsom søk, tað er rán móti Gudi. Tað, sum nú hendir, má broytast. Ein av størstu orsøkunum til verandi støðu er stoltleikin í mun til klæðir, stíl og heimsins móta. Fyrst og síðst og best, tit noyðast at geva alt til Jesus Kristus og leggja hesa tápuligu trongdina burtur eftir slíkum, sum er her og nú.

Hesin dagurin er tann, tá Gud verður mest eyðmýktur. Hvat tit gera, fer at vera avgerandi í ævir. Tit eiga at læra tykkara børn um tað, sum Gudi hoyrir til. Tit hava latið tykkara arbeiði eiga alt tykkara uppmerksemi.

Tit hava verið meiri upptikin av tykkara arbeiði og tí, sum hoyrir húsarhaldinum til, enn at læra børn tykkara tað góða og ala vakurleika fram í teirra hjørtum og sinni.

Skjótt byrjar eitt nýtt ár, og meðan ljósið streymar inn frá einari opnari hurð, tysta vit øll eftir meiri og meiri av hesum lærdómi, tí jørðin gerst daprari og myrkari fyri hvønn dag, sum fer. Mong kenna ikki hettar ljósið í teirra hjarta. Fedrar og møður, tað er tykkara plikt fyri børnum tykkara, at lata Guds kærleika vaksa í tykkara hjørtum, so tey síggja, at tit eru upptikin av teirra ævigu sælu, og at tá tey síggja, at okkurt særir tykkum, tá særir tað eisini Jesus. Um tit ikki royna at gera tykkara besta og støðugt halda út, fer Satan at vinna at enda, tí hann gevst ongantíð at eygleiða tykkum.

Vit eru í einum bardaga við andamaktirnar. Tað er ikki eitt kríggj móti kjøti og blóði, men móti óndum maktum á hægri støðum. Hvussu kunnu tit gera? Við hvørjum Orði, sum gongur út úr Guds munni. Líka vist, sum tit síggja í einum spegli. (Restin av tekstinum manglar).

afsn nr:1
afsn nr:2
afsn nr:3
afsn nr:4
afsn nr:5
afsn nr:6
afsn nr:7
afsn nr:8
afsn nr:9
afsn nr:10
afsn nr:11
afsn nr:12
afsn nr:13
afsn nr:14
afsn nr:15
afsn nr:16
afsn nr:17
afsn nr:18
afsn nr:19
afsn nr:20
afsn nr:21
afsn nr:22
afsn nr:23
afsn nr:24
afsn nr:25